Page 93 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gandhi
Mohanda Karamchand Gandhi varð føddur í India í 1869. Har gjørdist
hann kendur sum Mahatma Gandhi. Mahatma merkir “stóri andi”.
Gandhi lærdi til sakførara í London og arbeiddi eitt skifti í Suðurafrika.
Tá indarar fyrst i 1900-talinum fóru at seta seg upp ímóti bretska
yvirvaldinum, fór Gandhi heim til India at hjálpa til at loysa frá bretsku
trónuni. Tað var umráðandi hjá Gandhi ikki at nýta vald, men heldur
gera friðarliga mótstøðu. Sjálvur varð hann tó tikin til fanga feiri ferðir,
eins og hann svøltaði seg fyri at gera vart við síni sjónarmið, seinastu
ferð í 1948 fyri at forða fyri, at India varð býtt sundur í eitt muslimskt
og eitt hinduistiskt øki.
Í 1947 fekk India sjálvræði. Landið varð tó býtt sundur í eitt muslimskt
øki, Pakistan, og eitt hinduistiskt øki, India. Stutt eftir varð Gandhi
myrdur av einum víðgongdum hindua, sum helt, at Gandhi hevði
svikið hinduar og hinduismuna.
Indira Gandhi, sum í 1966 varð vald til forsætisráharra í India, varð
myrd í 1984 av einum lívverja. Sonur hennara Rajiv Gandhi tók við
eftir móður sína, men varð myrdur í einum valstríði í 1991. Heilt so
friðarligt, sum Mahatma Gandhi ætlaði, gjørdist fyrsta tíðarskeiðið hjá
einum frælsum India ikki.
Standmynd av Mahatma Gandhi.
Russiskt frímerki við mynd av Indiru Gandhi.
víðgongdum
91
Kap. 8 - Hinduisma