Page 94 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Lívshátíðir
Føðing
Tá ein hinduistisk kvinna fær eitt barn, er barnið hindu. Hjá hindu-
um er týdningarmikið nágreiniliga at vita, nær barnið er føtt, tí tað er
týdningarmikið at vita, tá presturin skal leggja horoskop fyri barnið og
greina, hvussu framtíðin verður. Tað sær presturin við at kanna, hvørja
støðu stjørnurnar høvdu, júst í tí løtu barnið varð føtt.
Sambært skriftunum í hinduismuni hoyra 16 ymisk samskararitual til
eitt mannalív, og tey skulu gerast í ymiskum aldri.
Samskararitual
1.
Garbhadhan
í sambandi við, at eitt par ynskir sær børn
2.
Punsavanam
tá kvinnan er í triðja ella fjórða mánaði
3.
Simantonnayana millum fmta og áttanda mánað
4.
Jatakarma
tá barnið verður føtt
5.
Namakarana
tá barnið fær navn
6.
Niskramana
í triðja ella fjórða mánaði, tá barnið fer út úr heiminum fyrstu ferð
7.
Annaprashana
tá barn fær fasta føði fyrstu ferð
8.
Chudakarma
tá hárið verður klipt fyrstu ferð, millum fyrsta og triðja árið
9.
Karnavedha
tá barnið fær ringar í oyrað, millum triðja og fmta árið
10.
Upanayana
tá barnið fer í skúla
11.
Samavartana
tá skúlagongdin er liðug
12.
Vivaha Samskara hjúnabandsritual
13.
Grihasthashrama
tá farið verður at halda hús
14.
Vanprasthashrama
tá tú leggur húsarhaldsarbeiðið frá tær
15.
Sanyasashrama
at liva fráhaldandi og hugsavnandi í ellisárum
16.
Antyeshti
jarðarferðarritual
4. Jatakarma
Fjórða samskararitualið er tá barnið er føtt. Pápin
ella ein prestur gevur barninum ein dropa av
hunangi ella tílíkt, ofta gjøgnum ein gullring, og
sigur:
Gævi títt lív verður eins virðismikið og gull. Tað
er bundið at tínum hugsanum, tínari talu og tínum
gerðum.
5. Namakarana
Fimta samskararitualið er, tá barnið fær navn
tólv dagar gamalt. Ofta verður prestur biðin um
at fnna eitt navn í samsvari við stjørnustøðuna,
tá barnið varð føtt. Pápin teskar navnið í oyrað á
barninum. Síðan kunnger elsta kvinna í familjuni
navnið. Vinir og familja halda eina veitslu og eta
eitt nú søtmeti gjørt av frukt, nøtum og sukri.
horoskop· fasta føði
92