Page 95 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Skiftið til vaksnamannalívið
Hinduisman ger einki serstakt burturúr, tá eitt barn verður vaksið. Tó,
tá ein hinduistiskur drongur úr hægru kastunum fer undir útbúgving,
verður hann ofta rakaður, vaskaður og latin í fín klæði. Ofrað verður
í eldi, og drongurin fær ein heilagan tráð. Henda tráð bera menn um
høgru øksl. Hann lærir eitt mantraørindi, sum hann skal siga restina av
lívinum.
Hesi ritual eru ikki galdandi fyri gentur. Teirra fremsti leiklutur er at
gerast góðar konur og mammur.
Hjúnalag
Í hinduismuni er hjúnalagið ógvuliga týdningarmikið. Tað tryggjar,
at ættin og samfelagið kann halda fram. Tey festu hjúnaløgini eru
avtalað frammanundan, ella ið hvussu er hálvavegna, við at hin ungi
fær eitt uppskot frá onkrum av teimum eldru, hvønn tey halda vera
tann rætta makan. Ein prestur kann hava verið spurdur, ella tey kunnu
hava samanborið stjørnustøðuna hjá teimum ungu. Stjørnustøðan hjá
teimum ungu er eisini avgerandi fyri, hvønn dag vígslan verður, fyri at
tryggjað eydnu og fruktbari í hjúnalagnum. Kastan, málið og traditiónin
hevur eisini nakað at siga, tá maki skal veljast. Tá tvey verða trúlovað,
koma menn úr báðum familjum saman at lesa úr skriftunum og biðja.
Teir eta saman, áðrenn hvør fer til sítt.
Í teimum stóru býunum kemur tað alt oftari fyri, at hetta ikki er
mynstrið longur. Tað er kærleikin millum tvey, sum er avgerandi, og tey
velja tann brúdleypsdag, tey halda passa best.
Í sambandi við upanayanaritualið fær drongurin
ofta ein stav, eitt belti og ein heilagan tráð.
Hinduistisk brúðarvígsla.
Pletturin í pannuni er ein
átrúnaðarlig ímynd í hinduismuni.
Hjá kvinnum verður hann nevndur
bindi. Fyrr í tíðini merkti pletturin,
at kvinnan var gift. Fólk hildu
eisini, at hann vardi móti óndum
eygum. Nú á døgum er hann mest
sum bara eitt prýði at líkna við
varrastift hjá okkum. Pletturin
kann vera málaður á pannuna ella
klistraður á sum klisturmerki. Han
kann vera rundur ella mynstrutur.
traditiónin· maki
93
Kap. 8 - Hinduisma