Page 96 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ein vanlig hinuduistisk vígsla kann fara fram í einum templi, í einum
veitslusali ella í heiminum hjá brúðrini. Pápi brúðrina gevur brúð-
góminum dóttur sína. Hon fær gávur og ognarlutir við heimanífrá.
Ofta er brúðurin serliga vakurt smurd um eyguni, og vøkur mynstur
eru gjørd við hennaliting um hendur og føtur. Hon er ofta í reyðum og
gyltum sari, og hevur nógvar gullsmúkkur. Tað er tiltikið, at tað tekur tíð
at pynta brúður, og so er eisini í India. Ímeðan heldur brúðgómurin eitt
slag av andakt, har hann ger seg til reiðar til tað nýggja lívið sum giftur.
Ofta ber brúðurin slør fyri andlitið, men viðhvørt er eitt klæði hongt
upp millum brúðarparið. Undir vígsluni fer slørið ella klæðið frá. Eitt
band er knýtt millum høgru hendurnar, og í tí at pápin letur dóttrina frá
sær, verður vígt vatn slett á bandið. Tað verður biðið, og rís verður ofrað.
Viðhvørt gevur brúðgómurin brúðrini eitt hálsband av svørtum perlum,
sum hon skal brúka, so leingi sum hann livir. Ein heilagur eldur verður
kyndur í einum ílati, og brúðarparið tekur sjey fet, runt um eldin. Fetini
eru bøn um føði, styrki, ríkidømi, eydnu, børn, árstíðirnar og eitt langt
vinalag. Um kvøldið hyggur brúðarparið upp ímóti stjørnunum, og tey
lova hvørt øðrum ævigan trúskap.
Indisk lóg loyvir hjúnaskilnaði, men mong halda enn fast í gamla
siðvenju, har hjúnaskilnaður er vanæra fyri familjurnar, og at hjúna-
bandið varar til annar parturin doyr.
Deyði og jarðarferð
Hinduar trúgva á eina samsara, endurføðingarringrás ella reinkarnatión.
Tá ein hindu doyr, fer sálin, atman, í eina aðra livandi veru, oftast eitt
menniskja. Endurføðingarringrásin fylgir lógini um karma. Ein góð
karma í hesum lívi ger, at tú fært eitt gott lív næstu ferð, men ein vánalig
karma ger, at tú fært eitt verri og strævnari lív næstu ferð. Tú verður ikki
dømd ella dømdur av brahman, men dømir teg sjálva ella sjálvan eitt
stig upp ella niður. Eitt ella feiri stig niður merkir, at tú mást betra lívið
næstu ferð fyri at fyta uppeftir.
Brúður verður gjørd klár.
Mangalsutra er hálsprýði, sum gift
kvinna ber sum tekin um kærleika
og góðsku.
sari· vígt · fet
94