Page 97 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Endin á samsara er moksha. Allir hinduar vóna at náa hagar og ongantíð
at føðast aftur, men verða sameindir við brahman, sálina í øllum livandi,
har alt byrjaði.
Hinduar brenna síni deyðu á báli, tí so ber til at loysa sálina úr likam-
inum. Ofta verður bálið laðað uppeftir sum ein pallur, og meðan likamið
brennur, syngja tey avvarðandi heilagar tekstir. Næsti mannligi av-
varðandi gongur rundan um bálið til tess at fáa sálina úr likaminum og
hevja seg móti himmalrúminum, og hann verður verandi á staðnum, til
bálið slóknar. Er ein á í nánd, verður bálið kynt nær ánni, annars uttan
fyri býin. Tann mannligi avvarðandi verður hjá bálinum til tað slóknar,
so hann kann stroya øskuna í ánna triðja dagin eftir. Best umtókt er
áin Ganges, og ofta fytur familjan eitt sindur av øsku hagar, at stroya í
ánna. Hinduar í øðrum londum brúka eisini hesa loysnina.
Útbreiðsla
Nógvir indarar eru farnir úr India seinastu hundrað árini, og tí eru
hinduar í mongum londum. Teir eru ofta væl útbúnir og frammarlaga á
mongum vitanarøkjum, eitt nú tøkniliga.
Av og á stinga nýggjar rørslur seg upp í hinduismuni. Tær leggja ofta
dent á ein heilagan mann, guru ella swami, sum hann verður nevndur,
og hansara læru. Miðskeiðis í 1960-árunum lærdi ein swami, at Krishna
er hægsti gudur. Við at trúgva á Krishna, kemur tú nærri tí heilaga og
sleppur úr endurføðingarringrásini.
Tað, vit í vesturheiminum síggja til hinduismuna, hevur serliga við Hare
Krishna at gera. Tað eru eisini teir vesturlendingar, sum hava ein guru
í India, ið teir vitja. Um aldarskifti vóru umleið 13% av fólkinum í
heiminum hinduar. Tey festu í Suðurásia, tó mest í India.
Líkbrenning.
Hare Krishna­fólkini eru kend fyri
ofta at ganga í gøtunum í litríkum
klæðum og siga eina bøn, eitt
mantra:
Hare Krishna
Hare Krishna, Hare Krishna,
Krishna Krishna, Hare Hare.
Hare Rama, Hare Rama,
Rama Rama, Hare Hare.
Hinduar gera klárt at brenna lík.
útbúnir
95
Kap. 8 - Hinduisma
95