Page 10 - Kristni 8

This is a SEO version of Kristni 8. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gleð teg sjálvan við at gleða
onnur.
Lukkan
Lukkan er ikki gull ella fæ,
lukkan er ikki stórur at vera,
lukkan kann sjálvt á tað armasta stað
ávøkst av strevi á borðið bera.
Lukkunnar kelda er ærliga sinn´
lukkan er sparsemis mildi bróðir,
lukkan er altíð, teg sjálvan teg vinn,
ongantíð trælki teg lívsins góði!
Lat teg ei draga í hvørvisjónsrús;
øvundarbitan tann beiska vraka!
Sælari frið skalt tú kenna um tú
gleði hjá granna til hjarta manst taka.
Lukku fær hann, sum fær friðin í sál.
Frið við sín Guð og frið við sín granna,
gongur so lívið um fjall og um dal,
lukku í lívinum fekk hann at sanna.
Charles Gandrup
Robert Joensen týddi
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
Helen Keller
Helen Keller varð fødd í Alabama í 1880. 19 mánaðir gomul gjørdist
hon sjúk. Eftir hetta gjørdist hon blind og deyv og kundi als ikki sam-
skifta við nakran. Kokkagenta teirra átti eina seks ára gamla dóttir, ið æt
Martha.
Martha fann upp á tekn, ið kundu nýtast at samskifta við Helen, og sjey
ára gomul dugdi Helen feiri enn 60 ymisk tekn.
Hetta gleddi foreldrini, og tá tey hoyrdu um eina kvinnu, ið gjørdist
blind og deyv sum smágenta, men sum hevði lært at samskifta, fóru
tey at leita eftir ymiskum serfrøðingum á økinum. Millum hesar var ein
deyvalærari í Boston. Hesin arbeiddi við at fnna eitt tól, ið køn fólk
hildu fór at broyta verðina, ja, tey vóru viss í, at helst fór eitt slíkt tól at
vera at fnna í øllum stórum býum einaferð í tíðini. Hesin deyvalærari
var Alexander Graham Bell, og uppfnningin var telefonin.
Helen kom á ein serskúla, har Anne Sullivan, lærari, tók sær av gentuni.
Hon varð avbyrgd frá familju og var bert saman við Anne. Anne lærdi
Helen nøvn á ymsum lutum, samstundis sum hon lærdi at stava lutin.
Av tí Helen, hvørki hoyrdi ella sá, varð bókstavaraðið lært við at nerta
við lógvan á ávísan, skipaðan hátt.
Helen lærdi at lesa blindskrift, og við at nema við barkakýlið, varrar
og andlitsrørslur á lærara sínum lærdi hon ymisk ljóð, soleiðis at hon
lærdi at tosa amerikanska málið. Við at nema við háls og varrar á øðrum
menni­skjum “hoyrdi” hon, hvat tey søgdu.
Í 1904 slapp Helen Keller inn á lærda háskúlan Radcliffe College, og 24
ára gomul, gjørdist hon fyrsti blindi og deyvi næmingur, ið fekk eina
hægri útbúgving. Seinni lærdi hon m.a. franskt og grikskt.
Helen gjørdist fyrimynd hjá mongum blindum og deyvum um allan
heim. Saman við Anne Sullivan, ið var hjálpari og skrivari hennara í 49
ár, ferðaðist hon víða og helt fyrilestrar.
Helen Keller skrivaði eisini feiri bøkur m.a. lívssøgu sína “The Story of
my Life,” ið kom út á donskum í 1904 við heitinum “Mit liv.” Søgan er
eisini gjørd til flm m.a. í “The Miracle Worker” frá 1962. Helen Keller
doyði í 1968.
Helen Keller
Tað besta og vakrasta í verðini
kann hvørki síggjast ella nertast við,
tað má upplivast við hjartanum.
Helen Keller
4
5