Page 11 - Kristni 8

This is a SEO version of Kristni 8. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
veruligu eydnuna. Tað er einki annað, vit ynskja okkum.
Bæði vertsfólk og gestir undraðust á svarið.
Og konan helt fram:
Hetta er sannleiki, eg sigi. Í hálvthundrað ár hava vit
leita eftir eydnuni, men so leingi vit vóru rík, funnu vit hana ikki. Men nú,
vit einki eiga og mugu búgva hjá øðrum, hava vit funnið eydnuna, og okkum
nýtist einki annað. Hvør er so hendan eydnan, varð spurt.
Tað kann eg lættliga siga tykkum. Tá vit vóru rík, høvdu vit ikki stundir til
nakað, ikki stundir at tosa saman ella stundir at biðja til Gud.
Vit høvdu nógvar sorgir og stúranir. Vit vóru bangin fyri, at úlvurin skuldi
taka eitt fyl ella ein kálv frá okkum, ella at tjóvar skuldu stjala ein av hes-
tunum.
Tá vit fóru til hvíldar, sovnaðu vit ikki, tí um nú ærnar løgdu seg á lombini.
Ella vit stúrdu fyri, um vit høvdu nóg mikið av fóðri til veturin. Men tað var
ikki tað ringasta, tí av og á gjørdust vit ósamd. Hann helt fast við sítt og eg við
mítt, og vit fóru at skeldast.
Soleiðis livdu vit frá einari stúran til aðra frá synd til synd, og vit vóru on-
gantíð eydnusom.
Men nú! Nú fara vit bæði samd á føtur um morgnarnar. Vit tosa kærleiksfult
og hampiliga saman, skeldast ongantíð og stúra ongantíð fyri nøkrum. Nú
hava vit stundir at tosa saman og at hugsa um sálarstøðu okkara og at biðja
til Gud. Í hálvthundrað ár leitaðu vit eftir eydnuni, men nústani hava vit
funnið hana.
Gestirnir fentu. Men maðurin helt fyri:
Flennið ikki, brøður, hetta er ikki
skemt, soleiðis er mannalívið.
Kona mín og eg vóru býtt, tá ið vit grótu um missin av ríkdómi okkara. Men
Gud hevur latið upp eygu okkara. Tað er ikki fyri at stuttleika tykkum, men
fyri tykkara egnu skuld, at vit hava avdúkað tykkum sannleikan.
Og gestirnir hildið uppat at fenna og gjørdust rættiliga hugsanarsamir.
Leo Tolstoj
Vegurin til eydnu
Einaferð var tað ein maður og ein kona, ið høvdu ein lítlan garð. Hann
var ikki serliga stórur, men við felags hjálp, stríði og strevi gjørdist hann
enn størri, og maðurin og konan gjørdust ríkari og ríkari.
Soleiðis gingu 35 ár. Bóndin var nú rættiliga ríkur og hevði feiri tæna-
stufólk at hjálpa sær við arbeiðinum á garðinum.
Fólk á staðnum misuntu honum og søgdu:
Hasin hepni og eydnusami
maðurin, ja, hann hevur nóg mikið av øllum. Honum nýtist ikki at ynskja seg
deyðan.
Men við eitt fór at ganga skeivan veg.
Ein sonur teirri doyði í klandri. Ein annar sonur hevði konu, ið sáaði split
í, so pápin varð noyddur at skifta við sonin og lata hann fyta heiman.
Nakað eftir hetta doyði ein dóttir teirra. Sjúka kom í millum seyðin – og
um 70 ára aldur átti maðurin einki.
Ein granni, ið hvørki var ríkur ella fátækur, bjóðaði bóndanum og
konuni at búgva hjá sær. Har skuldu tey bert takast við tað arbeið, tey
høvdu orku til.
Tey bæði gomlu takkaðu fyri tilboðið, og ikki gekk long tíð, fyrr enn tey
kendu seg heima har á garðinum. Hetta undraði mong.
Einaferð fngu tey gestir á garðinum. Tá ið tey hoyrdu um gamla mannin
og konuna, vildi ein teirra fegin hoyra, hvat tann gamli bóndin hevði at
siga um støðu teirra. Gamli maðurin og konan komu innar.
Nú, gamli, helt tann forvitni gesturin fyri, er tað ikki torført hjá tær, tá ið tú
sært okkum, at hugsa um tað lív, tú fyrr hevði, og tær syndarligu umstøður,
tú nú hevur?
Tá fenti bóndin og segði:
Um eg sjálvur vildi greitt tær frá míni eydnu og
óeydnu, hevði tú uttan iva ikki trúð mær, spyr tí heldur konu mína. Hon er
før fyri at siga tær sannleikan. Hon kann greiða tær frá øllum.
Gamla konan tók síðani orði:
Maður mín og eg hava livað saman í hálvt-
hundrað ár og leitað eftir eydnuni.
Eydnuna funnu vit ikki fyrr enn fyri tveimum árum síðani, tá ið vit einki
áttu longur og máttu fnna okkum arbeiði hjá øðrum. Nú hava vit funnið ta
6
7