Page 12 - Kristni 8

This is a SEO version of Kristni 8. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Eydna er ikki at gera tað, tær
dámar. Eydna er at dáma tað, tú
gert.
James M. Barrie
Paulus sigur soleiðis um gleði.
“Men ávøkstur andans er:
kærleiki, gleði, friður, langmóð,
mildi, góðvild, trúskapur, spakføri,
fráhald.”
Gal 5,22
“Men vónarinnar Guð fylli tykkum
við allari gleði og friði í trúnni,
so at tit mega vera ríkir í vónini
við kraft heilaga andans.”
Róm 15,13
“At tó at tey vórðu nógv roynd í
trongd, hevur gleði-ríkidómur
teirra og hin djúpi fátækdómur
teirra fotið yvir í gávumildi-
ríkidømi teirra.”
2. Kor 8,2
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
Aristoteles
Aristoteles helt, at eydnan er bundin at, hvussu vit bera okkum at, og
fyri at gerast eydnurík eiga vit at bera okkum rætt at. Harumframt eiga
vit at gera tað til ein vana at bera okkum rætt at. Vit eiga at endurtaka
okkara góðu gerðir aftur og aftur, so at vit til endans gera tað av vana og
uttan at hugsa um tað.
Aristoteles (384 f.Kr-322 f.Kr)
var grikskur heimspekingur
og vísindamaður.
Sagt um eydnu
Eitt kettlingur gekk og rann eftir halanum hjá sær, meðan ein eldri ketta
sat og eygleiddi hann.
Eg havi hoyrt, at eydnan er at fnna í halasnippinum, og eg vil hava fatur
á henni, so eg altíð kann vera lukkuligur,
stunaði kettlingurin, tá ið hann
mátti rinda møðina eina løtu. Tann gamla kettan nikkaði.
Hatta havi eg eisini hoyrt. Men so við og við má eg sanna, at um eg lati vera
við at brúka orku at fanga hann, so kann eg betri taka mær av løttum. Tí eg
veit, at halasnippurin fylgir mær líka mikið, hvar eg fari.
Dalai Lama
Sambært Dalai Lama, so er eydnan skylda heldur enn rættindi, tú hevur.
Eydnan er ikki nakað, tú kanst vænta, at onnur borðreiða fyri tær ella
fáa til vega fyri teg. Tú hevur sjálvur lykilin til tína egnu eydnu, og tað
er tú, ið skalt seta lykilin í lásið. Tann ábyrgdin liggur ikki á nøkrum
øðrum. Tú kanst hvørki krevja ella vænta eydnu.
Dalai Lama er andaligur leiðari hjá
buddistum í Tibet. Tann núverandi
Dalai Lama, Tenzin Gyatso, føddur
1935 er tann 14. í røðini. Hann
var bert 16 ára gamal, tá ið hann
gjørdist andaligur og politiskur
leiðari hjá tibetanum.
Abraham Lincoln
Abraham Lincoln segði einaferð, at menniskju eru eins glað, og tey gera
av at vera.
Tað snýr seg ikki um, hvat tú hevur, ella hvørjum tú ert saman við. Tað
snýr seg meira um, hvør tú ert, og hvat tú gert við tað, ið møtir tær á
lívsleiðini.
Abraham Lincoln (1809 -1865)
var tann 16. forsetin í USA. Hann
stýrdi landinum undir borgara­
krígnum 1861-1865, og honum
at takka varð trælahaldið avtikið.
8
9