Page 13 - Kristni 8

This is a SEO version of Kristni 8. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Eydna og óeydna eru grannar.
Peder Syv
at um tú hevur trupulleikar, ið
gera, at lívið er tungt, ber til at
fáa hjálp. Men tú mást siga frá, tí
hjálpin kemur ikki av sær sjálvari.
Tosa við onkran, tú hevur álit á
ella vitja heimasíðuna eg.fo. Har
kanst tú síggja, hvørjir møguleikar
eru at fáa ráðgeving.
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
Karin
Kavin var júst bráðnaður og sólin hugdi fram
Tann dagin lítla Karin ein ring á vegnum fann
Ein ring við eini perlu hon glað til húsa rann
Og mamman segði: Karin góða hvør mann eiga hann
Karin spurdi genturnar og konur har umkring
Men ongin kundi kennast við hendan vakra ring
Við tí dýru perlu sum hon á vári fann
Sum mamman helt at Karin nú kundi eiga hann
Stolt og ovurfegin við ringi Karin gekk
Á tumlinum og onkuntíð í hálsbandi hann hekk
Mamman segði Karin góða goym nú ringin væl
Tí tá tú verður størri á ringfngur hann skal
Tá Karin fylti seytjan kom eitt fólk á gátt
ein lítil gomul kona og hárið tað var grátt
hon segði góða genta tú onga gávu fær
Í tíggju ár tú borið hevur gullringin hjá mær
Eg onki vildi siga tá tú ein dagin stóð
Í gongini og spurdi meg so ftt og eygagóð
Tú vísti mær á ringin í tínum lógva lá
Men eisini dýrar perlur eg í tínum eygum sá
Tú kanst leita víða eftir gulli um tú vilt
Savna alskins prýði stás og annað gylt
Tó ikki alt sum glitrar er eydnan her í verð
Men lívið er ein dýrgripur vit sjálvi evna her
Steintór Rasmussen
Gull
Men har var eisini okkurt annað. Okkurt, sum eg sá og ikki hoyrdi. Tað
varfriðarandin. Hann hevði henda gamla konan borið við sær, frá tí eg
hitti hana í fjøruni. Nú ráddi hann ósjónligur í stovuni.
Hon sat har sum ein mynd av einummenniskja, sum hevur funnið ljósið
aftan fyri lívsins tungu gátu. Hon var sloppin frá hini sváru byrðuni av
iva og døpurhuga. Nú sá hon frið og fagurleika aftan fyri alt.
Henda konan dugdi at skyna á, hvat ið var av virði í lívinum, og hvat alt
hitt glitrandi var, sum menniskjuni runnu um kapp um. Tey skotraðu
og illgittu hvønn annan fyri at koma framat.
Brot úr søguni “Gull” eftir Sverra Patursson
Eydna og óeydna
Vit kunnu ikki verða á tindinum alla tíðina, hóast vit kanska kundu
hugsa okkum tað. Vit kunnu seta upp nakrar mótsetningar, ið meira
ella minni liggja á lívsleið okkara, og sum kunnu stinga seg fram uttan
ávaring. Hesir mótsetningar eru:
eydna – óeydna
samstarv – spjaðing
stillstøða – rørsla
tryggleiki - angist
vón – vónloysi
gleði - sorg
Tað er einki menniskja, sum ikki fyrr ella seinni møtir mótburði. Tað
kann vera okkurt smávegis, brot á eitthvørt vit eru góð við ella eitt
hendiligt óhapp, men tað kann eisini vera størri mótburður sum van-
lukka, sjúka og deyði. Tað kann kennast óveruligt, og vit kunnu ikki
frammanundan vita, hvussu vit bera okkum at, tá ið vit uppliva okkurt,
ið vit helst vildu sloppið undan. Tað er eingin einføld uppskrift, ið vit tá
kunnu leita til. Men við jaligum hugburði og í samstarvi við medmenni­
skju okkara ber til at fáa hjálp og síggja ljós fyri framman.
10
11