Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
Eydnan er ei at líta á
Eydnan er ei at líta á,
ymissar vegir hon dregur,
stundum hon tekur alt tær frá,
stundum almikið tær gevur,
spælir so kát sum óspekt fyl,
mangur ein maður temja vil,
enn var tó eingin tað mentur.
2. Sýnist hon ofta strong og vánd,
vil hon títt verk ikki fremja,
minst til, hon er í Harrans hond,
tí mást tú aldri teg gremja.
Beyð tær ei lívið gleðileik,
Harrin enn aldri nakran sveik;
hann eigur troyst tær at geva.
3. Gakk tú við Guði hvørja stund,
lat so enn eydnuna skifta;
tá stendur tú á føstu grund,
hvirlur ei kunnu teg syfta.
Sterkari enn hvør borg í verð
máttur og miskunn Harrans er,
verja tey teg allar ævir.
Mikkjal á Ryggi
Um tú vilt gleði vinna
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at fnna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.
Mikkjal á Ryggi
12
13