Kap. 1 - Skapanarsøgur
Skapanarsøgur
Alt tað, vit vita um, hava fólk hugsað um, hvaðan alt er komið, og hvagar
alt at enda fer.
Allur átrúnaður hevur onkra frásøgn um, hvussu verðin varð skapað.
So at siga allar skapanarsøgur siga frá einari byrjan, alt byrjaði í einari
skapan.
Skapanarsøgurnar siga okkum, hvussu menniskju hava fatað alheimin.
Eins og tað nú í tíðini er nóg mikið at grunda yvir, soleiðis var tað eisini
fyrr í tíðini. Vit grunda bara ikki altíð yvir tað sama. Summar gátur eru
loystar, aðrar ikki. Viðhvørt eru nýggjar gátur at loysa, so hvørt vit fáa
størri vitan um okkurt.
Hvør tíð leggur sítt aftur at vitanini um tað skapta.
Vit kunnu býta skapanarsøgurnar í hesar bólkar
n
skapan úr onkrum ítøkiligum, djórum, lutum ella fólki
n
skapan úr náttúruni ella alheiminum, universinum
n
at alt kom so at siga av sær sjálvum við tíðini
n
ein ella feiri skaparar skaptu alt
Skapanarsøgurnar hava livað á mannamunni, og eru so settar á prent
seint í tíðini. Tær siga frá, hvussu alt varð skapað, hvør skaparin var, og
hvør ræður skapanarverkinum.
Vert er at leggja til merkis, at søgurnar eru myndatala, tær siga frá
sambandinum millum menniskju og náttúru, og tær greiða ofta frá,
hvussu lívið eigur at livast, einum samfelagmynstri.
Skapanarsøga úr India
Alheimurin varð skaptur, tá skapanargudurin Brahma
kom út úr gylta egginum, Hiranyagarbha. Tá Brahma
hevði ligið í egginum í eitt ár, býtti hann eggið í tvey.
Ovari parturin varð til Paradísið og niðari parturin
varð til Alheimin. Millum hesar báðar partar varð
Brahmand, sum merkir víðkan. Hetta er ein partur,
sum støðugt víðkast.
Heimurin verður skaptur og oyðilagdur í eini ringrás,
Maha Yuga. Eftir túsund Maha Yuga vaknar gudurin
Vishnu, og upp úr nalvanum veksur ein vøkur lotus
blóma. Úr blómuni kemur Brahma. Fyrst skapar
hann vatn, luft, vind, skýggj og jørð við fjøllum og
trøum.
Síðan skapar hann tíð, sum ein part av eini
alheimsskipan. Eftir tað skapar hann gudar, illar andar
og menniskju. Devlar skapar hann úr afturpartinum
av sær sjálvum, og úr restini av hesum likaminum
skapar hann myrkur, nátt, sum er fíggindi gudanna.
So fer Brahma í eitt nýtt likam. Úr høvdinum skapar
hann gudarnar, meðan restin av likaminum verður
til ljós, dag.
Úr øðrum likamum skapar hannmenniskju, Rakshasa,
eitt slag av illum andum, sum kunnu verða í ymiskum
hami, slangur og fuglar.
Úr munninum skapar hann geitir, seyður kemur úr
bringuni, kýr úr maganum og hestar úr fótunum. Úr
ørmum og beinum koma onnur djór sum antilopur,
kamelar, esil og fílar. Úr hárinum kemur gras og
annar vøkstur.
Í eini aðrari søgu verður sagt, at Brahma fyrst ska-
pti eina ógvuliga vakra kvinnu av holdi sínum. Hann
forelskaði seg í henni, og til tess at hann altíð skuldi
síggja hana, skapti hann feiri høvd í allar ættir. Frá
faðir og dóttur kom manu, tað fyrsta menniskja.
Sálin verður endurfødd feiri ferðir og kann taka
ymisk skap, sum planta, djór ella menniskja. Alt tað
skapta hevur eina sál.
Brahma image. Sculptures on Hindu temple gopura (tower).
Menakshi Temple, Madurai, Tamil Nadu, India
8
9