Kap. 1 - Skapanarsøgur
Skapanarsøga úr Grikkalandi
Runt um heimin feyt áin Okeanos, upphav gudanna
og upphav at øllum tí skapta. Okeanos var ikki
einsamøll, har var eisini Tethys, móðir at øllum.
Fyrsti gudur var Gaia, móðir jørð. Áðrenn hon varð
fødd var einki, bert eitt stórt tómt dýpið, Chaos ella
Kaos.
Gaia føddi kærleikan, Eros, sum ræður yvir huga-
num hjá bæði gudum og menniskjum. Síðan føddi
hon stjørnuhimmalin, Uranos, og havið, Pontos, og
skógir og fjøll.
Tómleikin, Chaos, føddi børnini Erebos, bølamyrkrið,
og Nyx, náttina.
Erebos og Nyx fáa Aither, himmalljósið, og Hemera,
dagin.
Gaia og Uranos vóru fyrsta gudaparið. Tey fngu
tólv børn, titanar, seks gentur og seks dreingir. Frá
titanum stava Helios, sólin, og Selene, mánin.
Soleiðis bar tað til at Kosmos, ordan, varð skapt av
Kaos, ruðuleika.
Gaia og Uranos fngu eisini einoygdu kykoplarnar
og tríggjar jatnir, sum høvdu hundrað armar og
hálvtrýss høvd í part.
Móð av mongu barnsburðunum og einum harð
rendum manni, Uranos, bað hon børnini um hjálp.
Bert tann yngsti, Kronos, hevði dirvi at hjálpa. Gaia
gav honum, ein akurknív, at skera kynslimin av
Uranosi. Nú var hon ikki bundin at honum longur.
Kronos tók ræðið og varð heimsins fyrsti kongur.
Síðan jagstraði hann kykloparnar og jatnirnar langt
niður í undirheimin.
Í fyrstuni, tá alt var myrkt, lá alt undir í vatni. Mbombo,
eisini nevndur Bumba, var einsamallur. Hann fekk ilt
í búkin og vildi spýggja. Hann spýði sólina, mánan og
stjørnurnar, og alt varð ljóst. Sólin hitaði vatnið, og
endin var, at sandur kom undan, men einki livandi.
Úr vatninum kom guva, sum hevjaði seg upp og varð
til skýggj.
Hann spýði aftur, og hesaferð spýði hann níggju
djór, leopardin, Koy Bumba, ørnina, Ponga Bumba,
krokodilluna, Ganda Bumba, fskin, Yo Bumba,
skjaldbøkuna, Kono Bumba, eitt djór, átøkt leopardi,
Tsetse Bumba, ein hvítan hegra, Nyanyi Bumba, eina
klukku, sum einki navn hevði, og eina geit nevnd
Budi.
Triðju ferð Mbomba spýði, spýði hann menn. Ein
teirra, Loko Yima, var hvítur, sum hann sjálvur.
Tey níggju djórini hildu áfram at skapa allar heim-
sins skapningar. Hegrin skapti allar fuglar uttan ein,
drekan. Krokodillan skapti slangurnar og leguanina.
Geitin skapti øll djór við hornum. Klukkan skapti øll
skordýr. Fiskurin skapti allar fskar.
Tríggir synir Mbombo søgdu, at teir vildu fullfíg-
gja skapanarverkið. Tann fyrsti, sum royndi seg, var
Nyonye Ngana. Hann spýði termittar, men doyði. Til
tess at æra Nyonye Ngana, fóru termittarnir djúpt í
jørðina eftir myrkari mold at jarða hann í. Soleiðis
umskaptist sandurin til jarðarskorpu.
Annar sonurin, Chonganda, skapti fyrstu plantu,
sum varð upprunin til øll trø, grøs og blómur.
Triði sonurin, Chedi Bumba, skapaði seinasta fuglin,
drekan.
Tsetse Bumba, djórið átøkt leopardi, voldi so stórar
trupulleikar á jørðini, at Mbomba jagstraði tað upp í
luftina, har tað bleiv til toruslátt.
Tá alt var fullgjørt og friðarligt, læt Mbomba men-
niskjunum skapanarverkið, steig upp til himmals og
setti Loko Yima at vera gud á jørð.
Kronus sker kynslimin av Uranosi, 16. øld, eftir Giorgio Vasari (1511-1574) og Cristofano Gherardi (1508-1556)
Skapanarsøga frá Bakubafólkinum í Kongo
Tann átrúnað, vit fnna hjá upprunafólki eitt nú í
Afrika, nevna vit siðbundnan átrúnað. Siðbundin
átrúnaður breiðir seg ikki um heimin til onnur
fólkasløg.
10
11