Kap. 1 - Skapanarsøgur
Í fyrstuni var alt eitt tómt rúm, Ginnungagap. Her
møttust kuldin norðaneftir og hitin sunnaneftir,
og tað varð mjørki. Køldumegin lá Nifheimur og
heitumegin Muspelheimur.
Av tí at neistar fuku úr Muspelheimi, tiðnaði ísur í
Nifheimi, og tað fór at dryppa. Droparnir fullu í
Ginnungagapog tóku skap. Fyrsta skapið var urjøtunin
Ymir og eitt annað skap var kúgvin Audhumbla.
Ymir drakk mjólk frá kúnni og lá og sveittaði. Undan
hondini vinstrumegin vuksu ein maður og ein
kvinna, og vinstri fótur fekk ein son við høgra fóti.
Frá hesum soni eru allir jatnir.
Audhumbla sleikti nøkrum søltum steinum, og
fram kom ein maður. Hann æt Bure og er ættfaðir at
æsagudunum Óðini, Vila og Ve.
Æsirnir drupu Ymir, og úr likami hansara varð
heimurin skapaður. Blóðið varð til hav, áir og vøtn,
beinini til fjøll, holdið varð til jørð, tenninar til klettar
og hárið varð til skóg. Skallin varð til himmalhválvið,
og tankarnir til skýggj. Neistarnir úr Muspelheimi
vórðu til stjørnur, og úr eygnabrúnum á Ymiri skaptu
æsirnir eina girðing, sum skal verja mannaheimin og
gudaheimin móti ónda jatnaríkinum.
Mannaheimurin eitur Miðgarður og jatnaríkið
Jotunheimur.
Størsta træ í heiminum var ein risaaskur, Yggdrasil.
Bulurin rakk heilt til himmals, og greinarnar breiddu
seg um allan heimin. Yggdrasil hevði tríggjar røtur.
Ein vaks inn undir Ásgarð, har æsirnir búðu, haðani
kom keldan Brunnur Urd, sum ráddi yvir fortíðini.
Onnur rótin vaks inn undir Jotunheimin, har jatnirnir
búðu, og haðan kom keldan Brunnur Mimir, sum var
fullur av vísdómi.
Triðja rótin vaks inn yvir deyðsríkið Hel í Nifheimi,
til ta kelduna, haðan vatnið ella ísurin kom, tá
heimurin var skapaður. Til Hel fóru tey, ið doyðu av
sjúku og elli. Tey, ið doyðu í bardaga, fóru til Valhøll
í Ásgarði.
Ein onnur norrøn skapanarsøga sigur, at ein dagin
æsirnir Óðin, Vila og Ve gingu í fjøruni, funnu teir
eina klótu, og úr henni skapaðu teir ein mann og
eina kvinnu. Óðin gav teimum ond og lív, Vila gav
teimum skil og heilsu, og Ve gav teimum allar sansir.
Æsirnir góvu teimum nøvnini Askur og Embla, og frá
teimum báðum eru menniskjuni ættað.
Skapanarsøga úr norrønu gudalæruni
at eftir at fólk við siðbundnum átrúnað eru
kristnað, halda tey ofta fram við at gera ymiskt,
sum hoyrdi fyrra átrúnaðinum til, serliga
sovorðið, sum vardi tey ímóti óndum maktum.
Hetta er eisini galdandi fyri summar av prestum
teirra.
Ragnarok, 1908, eftir George Wright (1872-1951)
12
13