Kap. 1 - Skapanarsøgur
Í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina. Jørðin
var oyðin og myrk, og andi Guds lá yvir vøtnunum.
Tá segði Gud:
ver ljós, og tað varð ljós.
Síðan skilti Gud ljósið frá myrkrinum og kallaði tað
dag, og myrkrið kallaði hann nátt.
Soleiðis skapaði Gud alt í seks dagar, hann segði tað,
og so varð tað.
Gud setti himmalin sum eitt hválv til at skilja millum
vøtnini í erva og í neðra, og hann skilti land frá sjógvi.
Á landi læt hann trø og allar urtir vaksa.
Sólin varð sett á himmalin at lýsa um dagin og mánin
og stjørnurnar at lýsa um náttina.
Í sjónum skapti hann fskar og øll onnur havdýr,
og fuglar skapaði hann at fúgva í luftini, og hann
skapaði øll dýr at liva á jørðini.
Tá Gud hevði skapað alt og sá, at tað var gott,
helt hann okkurt resta í og segði:
Lat okkum skapa
menniskju í okkara mynd, og tær skulu ráða yvir øllum
fenaði á jørðini.
Og Gud skapaði mann og kvinnu í síni mynd, og
hann vælsignaði tey, og beyð teimum at verða
barnrík, fjølgast og uppfylla jørðina, og hann setti tey
at ráða yvir øllum skapanarverkinum.
Alt hetta tók seks dagar, men sjeynda dagin hvíldi
Gud frá øllum arbeiði, vælsignaði dagin og helt hann
heilagan.
Í skapanarsøguni í Bíbliuni stendur, at Gud setti
menniskjuni at ansa eftir og ráða yvir skapanar
verkinum.
Skapanin í Bíbliuni
Tú gavst mær, o Harri her livilig kor
Maðurin verður skaptur, 1510, eftir Michelangelo (1475–1564)
Tú gavst mær, o, Harri, her livilig kor,
eitt heim, eg kann kalla mítt egna,
tú gavst mær mítt dagsverk og breyð á mítt borð.
Her vísir mær leiðina, Harri, títt orð,
tað orð, sum kann metta og magna.
Her eigi eg búgv,
kann liva í trúgv,
at tú vilt sum faðir mær gagna.
2. Frá ættum, sum fóru, eg arvaði her
ta mold, eg um árini dyrki,
teir ruddaðu bøin, teir gróvu upp ker,
tann ogn, sum eg eigi, frá fedrunum er.
Nú, Harri, vælsigna mítt yrki!
Tann jørð, sum er mín,
var altíð tó tín.
Tú eina kanst veita mær styrki.
3. So lær meg at liva, mín Guð, sum eg kann,
so fróur sum fuglur tær lova,
og takka, at himinin vætir mítt land,
at sólin her skínur um bø og um sand,
at frukt er mær givin í kova.
Ei megin er mín,
men gávan er tín,
tað veksur jú, meðan vit sova.
4. So lær meg, o, Harri, at tæna tær her
og nýta tað pund, mær er givið,
í dagligum virki, í orði og gerð
tí bróður at hjálpa, sum veikari er,
at elska, tí tað er at liva.
Og gev mær so vist
eitt navn, Harri Krist,
sum í tíni lívsbók er skrivað.
C.R. Sundell
Salomon J. Joensen týddi
14
15