16
Viðmerkingar til næmingabókina
Trappur ganga vit í næstan hvønn dag og merkja væl, at
summar eru betri at ganga í og aðrar verri; men at ein trappu
formil er til, munnu fæstu okkara vita; og at eru trappurnar
gjørdar eftir formlinum, so eru tær góðar at ganga í hjá flestu
vaksnum fólkum.
Celsius, Reamur, Fahrenheit og Kelvin eru fýra vísindamenn,
sum hava gjørt hvør sín stiga at máta hita.
Fyrsti hitamátari við stiga, var gjørdur í 1720. Tað gjørdi tað
nógv lættari at bera hita saman. Tann dugnaligi alisfrøðingurin
og glasblásarin, sum gjørdi hann, æt Fahrenheit. Hitastigin,
hann gjørdi, eitur enn Fahrenheit og verður enn brúktur í
USA. Í Evropa brúka vit ein stiga, sum var uppfunnin av
svianum Celsius. Á honum eru null stig, tá ið vatn frystur og
hundrað stig, tá ið vatn kókar.
Tað kann vera stuttligt at vita, at til eru ymiskar mátieindir;
men vanliga munnu vit vera væl nøgd við bara at brúka
Celsius og halda, at fleiri mátieindir gera alt bara fløkjasligari.
Og tað er heldur ikki ætlanin, er næmingarnir skulu duga hesi
hugtøk og formlar uttanat. Endamálið er at arbeiða við form
lunum, soleiðis at næmingarnir eftir eina frágreiðing kunnu
gera av, hvønn formil teir skulu brúka til ymsu uppgávurnar.
Linjufunktiónir
Bæði í 4. og 5. flokki teknaðu næmingarnir linjur í krossskip
anina. Teir brúktu tann vælkenda skrokkin; men í 6. flokki
komu teir eftir, at samband var ímillum forskriftina hjá
linjum, og hvar hon skar y-ásin. Summir hava kanska funnið
sambandið ímillum forskriftina og hallið á linjuni.
Í hesum partinum skulu næmingarnir gerast stinnir at arbeiða
við forskriftini y = ax + b, so teir duga at lesa halltalið og
skeringspunktið við y-ásin og við hesum grundarlagi tekna
linjuna.
Uppgávur afturat eru á síðunum 40-50 í avritsmappuni.
Síða 52
Uppgávurnar eru endurtøka at brúka skrokk sum grundarlag at
flyta forskriftina hjá einari linju til eina linju í krossskipanini.
Í uppgávunum 705 og 706 skulu næmingarnir royna at finna
forskriftina til tað teknaðu linjuna. Venji kanska eitt sindur á
talvuni, áðrenn næmingarnir fara í holt við uppgávurnar.
Síða 53-55
Brúka almenna formilin hjá linjum at gera nógvar venjingar á
talvuni, so øll fáa eina fatan av positiva og negativa halltal
inum.
Uppgávurnar eru góð venjing at gera forskrift til linjur og at
brúka forskriftir at tekna linjur.
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ