Viðmerkingar til næmingabókina
15
Síða 43
Eitt er at duga at loysa eina líkning, annað er at duga at gera
eina líkning, sum loysir ein støddfrøðiligan spurning.
Lat næmingarnar gera smáar søgur til líkningarnar.
Til líkningina x + x + 6 = 20 kann søgan t.d. vera: Líggjas er 6
ár eldri enn systir sín. Tey eru til samans 20 ár. Lat næmingar
nar orða aðrar søgur um líkningina.
Næmingarnir kunnu tveir og tveir í felag gera smáar søgur,
sum skulu verða loystar við líkning.
Næmingarnir skulu sjálvir gera líkningar sum kunnu loysa
uppgávurnar 525-528.
Felags støðuroyndin
Algebra og líkningar
er á avritssíðu 24 í
læraravegleiðingini.
Síða 40-45
Blandaðar uppgávur.
Í teimum blandaðu uppgávunum verður tað, næmingarnir fyrr
hava lært, endurtikið. Tær fremstu uppgávurnar eru lættastar,
men verða tær so við og við so torførar, at allir næmingarnir
eru neyvan førir fyri at rokna allar. Tí eiga fyrilit at verða tikin
fyri einstaka flokkinum og fyri einstaka næminginum.
Síða 46-49
Grønar og bláar síður.
Eftir støðuroyndina tosa næmingur og lærari um, hvørjar
uppgávur eru hóskiligastar til næmingin: Tær grønu ella tær
bláu.
Síða 47
Grøna støðuroyndin
Algebra og líkningar
er á avritssíðu 25
afturi í læraravegleiðingini.
Síða 49
Bláa støðuroyndin
Algebra og líkningar
er á avritssíðu 26 afturi í
læraravegleiðingini.
Tema - Formlar
Síða 50-51
Nógv verður tosað um el og orku. Vit vita, at tað kostar at
brúka elmegi, vit vita, at onkursvegna dálkar elmegin, vit vita,
at tað loysir seg at keypa el-tól, sum brúka lítla orku, og sum
vara leingi o.s.fr. Men lógina hjá Ohm og lógina um effekt
fáast vit ikki við dagliga.
S
S
PRÁTIÐ
S