14
Viðmerkingar til næmingabókina
Síða 35
Bláa støðuroyndin
Geometri
er á avritssíðu 22-23 afturi í
læraravegleiðingini.
Tema: Spøl
Síða 36-37
Allir næmingar vita um at spæla við terningum. Men at spæla
við terningum er eisini líkindi og talviðgerð.
Algebra og líkningar
Í 6. flokki varð veruliga sett hol á at arbeiða við algebra, t.e.
tøl og bókstavir. Næmingarnir hava roynt, at tað at rokna við
bókstavum er tað sama sum at rokna við tølum. Roknireglur
nar, sum eru galdandi fyri tøl, eru eisini galdandi í algebra.
Á síðunum 28-39 í avritsmappuni eru uppgávur afturat.
Síða 38-39
At umstytta eina framsøgn merkir at gera framsøgnina styttri.
Næmingarnir hava lært, at teir ymisku bókstavirnir skulu vera
fyri seg, men gott man vera við endurtøkum á talvuni.
Endurtak roknireglurnar:
minus · minus = pluss
minus · pluss = minus
pluss · pluss = pluss
Prátið
tekur aftur í aftur at falda inn í klombur.
Síða 40
Heitini í støddfrøði volda mongum manni trupulleikar. Men
summi heiti koma nógv oftari fyri enn onnur, og tey er hent
at duga.
Valdur
er eitt sovorðið heiti. Brúkið tað, tá ið høvið
býðst.
Í døminum verður víst, at tað eisini ber til at fara øvutan veg,
so í staðin fyri at falda inn í eitt klombur, ber til at seta ein
vald út um klombrið.
Síða 41-42
Tað ber til at bera líkningar saman við vágstong. Fyri at halda
javnvágina, skulu somu broytingar vera báðumegin á
vágstongini. Tí má líka nógv verða lagt afturat ella drigið frá
báðumegin javnateknið, og eisini má verða faldað ella býtt við
sama tali báðumegin javnateknið.
Ven allar reglurnar á talvuni, so næmingarnir skilja og kenna
seg tryggar.
1. og 2. dømi á síðu 42 vísa, hvussu vit kanna, um loysnir á
líkningum eru rættar.
S
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ