Viðmerkingar til næmingabókina
13
er tað raðfylgjan á hornunum á skapunum, sum er avgerandi.
Tá ið ABCD ~ EFGH, so merkir tað t.d., at AB ~ EF, AC ~ EG
og at AD ~ EH. Hetta gerst serliga hent, tá ið komið verður inn
á lutfallið ímillum longdirnar í einsskapaðum skapum.
Síða 24
Har tær tríggjar vinkulhálvbýtislinjurnar í tríkantinum skera
hvør aðra, har er miðdepilin hjá innskrivaða sirklinum. Men
skal hetta gerast til lítar, skulu tær tríggjar vinkulhálvbýtis
linjurnar vera teknaðar sera neyvt. Lat næmingarnar býta
vinklarnar í helvt bæði við vinkulmátara og við passara.
Síða 25
Har teir tríggir miðnormalarnir í tríkantinum skera hvør
annan, har er miðdepilin í umskrivaða sirklinum. Men skal
hetta gerast til lítar, skulu teir tríggir miðnormalarnir vera
teknaðir sera neyvt. Lat næmingarnar tekna miðnormalar bæði
við teknitríkanti og við passara.
Síða 26-27
Her eru uppgávur, sum venja hugtøkini einsskapað skap og
mátilutfall.
Síða 28
Á síðuni eru uppgávur at venja at arbeiða við innskrivaða og
umskrivaða sirklinum.
Síða 29
Her eru uppgávur at venja at neyvtekna ymisk skap.
Felags støðuroyndin
Geometri
er á avritssíðu 18-19 í læraraveg
leiðingini.
Síða 30-31
Blandaðar uppgávur.
Í teimum blandaðu uppgávunum verður tað, næmingarnir fyrr
hava lært, endurtikið. Tær fremstu uppgávurnar eru lættastar,
men verða tær so við og við so torførar, at allir næmingarnir
eru neyvan førir fyri at rokna allar. Tí eiga fyrilit at verða tikin
fyri einstaka flokkinum og fyri einstaka næminginum.
Síða 32-35
Grøna støðuroyndin
Geometri
er á avritssíðu 20-21 afturi í
læraravegleiðingini.
S
S