Page 12 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Teir fara at fáa eitt sindur av skili fyri, at bankin er ein fyri­
tøka, sum verður rikin sum handil. Vøran er pengar, og
bank­in skal helst hava yvirskot - tí eru ymisk gjald, og munur
er á innláns– og útlánsrentu o.s.fr.
Kanska er gott hugskot at vitja ein banka og fáa eina frá­greið­
ing um virksemið hjá bank­anum. Næmingarnir eru jú tey
kom­andi viðskiftafólkini.
Síða 16-17
Tosa við næmingarnar um ymisk sløg av kontum.
Tá ið vit rokna rentu, er prosenthugtakið sjálvandi tað
berandi.
Kapitalur, rentustøði, renta, um árið, útlánsrenta, innlánsrenta,
o.o. eru øll orð í bankaheiminum, sum næmingarnir fara at
koma í samband við seinni.
Síða 18-19
Teir 28 dagarnar í februar fært tú líka nógva rentu sum teir 31
dagarnar í januar - løgið; men soleiðis rokna peninga­stovn­ar­
nir - allir mánaðir eru 30 dagar! Tak nøkur dømi á talvuna.
Síða 20-21
Næmingarnir skulu læra at brúka formlar. Hetta er gott høvi.
Truplast við hesum formli man vera r’ið og so at rokna 1 + r.
Lær næmingarnar hetta væl. Í verki fara fleiri næm­ingar at
halda, at hesin formil er hugtakandi, og teir fáa hug at brúka
stór tøl - nógv ár.
Tosið um rentu-rentu. Er hetta galdandi fyri bæði innlán og
útlán?
Geometri
Síðani fyrsta flokk hava næmingarnir teknað geometrisk skap,
fyrst á prikkapappír, isometriskt pappír, í krossskipan og so við
ongum á arkinum at stuðla seg við. Teir flestu duga at tekna
rættiliga neyvt, og tað hevur gjørt, at tað ber til at viðgera
geo­metrisku skapini á annan hátt. Í 6. flokki snúði tað seg
ser­liga um at flyta skap á ymiskan hátt. Í Skygni 7 skal flokk­
urin serliga fáast við einsskapað skap og inn- og umskrivaða
sirkulin hjá tríkantum.
Í avritsmappuni er uppgávur afturat á síðunum 9-27.
Síða 22-23
Tvey skap eru einsskapað, tá ið samsvarandi vinklar eru líka
stórir. Tað er týdningar­mikið, at næmingarnir her fáa at vita,
at teir skulu geva sær fær um raðfylgjuna á vinkl­unum.
Teir skulu hava at vita, at um ABCD ~ EFGH merkir tað, at
A
=
E,
B =
F,
C =
G og
D =
H.
Á sama hátt verður víst, hvat samsvarandi síður merkir. Aftur
12
Viðmerkingar til næmingabókina
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ