Uppgáva 117
Prísirnir á útsølu verða bornir saman við prísirnar fyri út
søluna. T.e., at prísurin er fallin, og tann nýggi prísurin er
minni enn 100%. Tað er alla tíðina týdningarmikið, at næm
ingarnir fáa eina kenslu av, hvussu stórt fallið er í prosentum.
Ger dømi sum í uppgávu 116.
Felags støðuroyndin
Prosent
er á avritssíðu 15 í læraravegleið
ingini.
Síða 10-11
Blandaðar uppgávur.
Í teimum blandaðu uppgávunum verður tað, næmingarnir fyrr
hava lært, endurtikið. Tær fremstu uppgávurnar eru lættastar,
men verða tær so við og við so torførar, at allir næmingarnir
eru neyvan førir fyri at rokna allar. Tí eiga fyrilit at verða tikin
fyri einstaka flokkinum og fyri einstaka næminginum.
Síða 12-15
Grønar og bláar síður.
Eftir
felags støðuroyndina
tosa næmingur og lærari um, hvørjar
uppgávur eru hóskiligastar til næmingin: Tær grønu ella tær
bláu.
Síða 13
Grøna støðuroyndin
Prosent
er á avritssíðu 16 afturi í lærara
vegleiðingini.
Síða 14-15
Dømið vísir, hvussu ein sirkulmynd verður teknað. Prosent
partarnir verða broyttir til stig. Næmingarnir síggja, at 100%
og 360° eru líka stór og svara til allan sirkulin. Tí er vegurin
ikki so langur til, at 1% = 3,6°. Hugtakið meirvirðisgjald
(MVG) verður tikið uppí.
Síða 15
Bláa støðuroyndin
Prosent
er á avritssíðu 17 afturi í lærara
vegleiðingini.
Tema: Renta
Enn kenna næmingarnir lítið til bankaheimin; men fleiri teirra
verða fermdir í 7. ella 8. flokki, og nógvir fáa rættiliga fitt av
peningi, og kanska verður okkurt sett á eina bankakontu.
Í hesum temanum verða næmingarnir kunnaðir um hugtakið
renta, og teir fara at uppliva, at tað kann vera samband
ímillum hugtakið prosent og veruleikan.
Viðmerkingar til næmingabókina
11
S
S
S