Page 10 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Viðmerkingar til næmingabókina
Prosent
Tað hevur verið arbeitt við prosenthugtakinum síðani fimta
flokk. Næmingarnir vita um sambandið ímillum brot, desi­
maltal og prosent, og hvussu ein roknar prosentpartin av
einum tali.
Í 7. flokki verður harafturat lært um fall og øking í prosentum.
Á avritssíðunum 1-8 eru uppgávur afturat.
Síða 5-6
Uppgáva 107
Endurtak fyri næmingunum, at farmyndirnar altíð vísa alt -
tað er 100%.
Síða 7
Næmingarnir vita um hugtakið avsláttur úr 6. flokki. Her
verður víst, hvussu roknað verður. Her standa tveir mátar at
rokna; men lat næmingarnar sjálvar velja, hvønn teirra, teir
vilja brúka
Síða 8
Tað er týdningarmikið, alla tíðina at vísa á, at
alt
er javnt við
100%. Tí vita vit sostatt bara um
ein part
av teimum 100%.
Brúka t.d. farmyndir at vísa prosentpartin av øllum, so næm­
ingarnir fáa eina kenslu av og duga at meta um, hvat úrslitið
verður.
Uppgávurnar 112-114
Lesistykki har mátin úr
Prátið
skal verða nýttur. Lat næm­ing­
arnar t.d. greiða munnliga frá, hvussu teir ætla at loysa upp­
gávur­nar.
Síða 9
Uppgáva 115
Næmingarnir skulu fáa greiði á, hvussu nógv prosent eitt tal er
av einum øðrum tali. Aftur er týdningarmikið at leggja áherð­
slu á, at borið verður saman við alt, tað er 100%. Brúka t.d.
farmyndir at vísa, hvussu stórur partur talið er av øllum, so
næmingarnir fáa eina kenslu av og duga at meta um, hvat
úrs­litið umleið fer at vera.
Uppgáva 116
Vøkstur merkir, at úrslitið verður meiri enn upprunatalið (alt,
100%). Vís næming­unum fleiri dømi, so teir fáa eina kenslu
av, hvussu stórur prosentvøksturin er. Aftur her eru ymiskar
farmyndir góður máti at mynda uppgávurnar.
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ
PRÁTIÐ
10
Viðmerkingar til næmingabókina