Page 9 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Summar uppgávur eru soleiðis, at neyðugt er at rokna svarið
neyvt, aðrar ber til at meta um, og aftur aðrar ber til at rokna
við snildum. Eggja næmingunum til at brúka mátar, so teir eru
skjótir til úrslitið. Tí kann tað vera gott hugskot at geva
næm­ing­unum avmarkaða tíð til uppgávurnar, so teir verða
noydd­ir at bera skjótt at.
Tá ið uppgávurnar eru rættaðar og verða viðgjørdar, eigur
dent­ur at verða lagdur á at vísa næmingunum lættasta og
skjót­asta máta at rokna tær.
Svarlistin er aftast í avritsmappuni.
Svarlistar
Svarlisti til uppgávurnar í bókini er á snar.fo. Svarlisti til
støðu­royndirnar er afturi í læraravegleiðingini og svarlisti til
avrits­síðurnar er afturi í avritsmappuni.
Lummaroknarin
Tað er munur á at vita, hvussu uppgávur skulu verða loystar
og tað at duga mannagongdirnar at leggja saman, draga frá,
falda ella at býta. Ja, munurin kann vera so stórur, at næm­
ingar eru, sum kunnu vera ímillum teir stinnastu í flokkinum
at vita, hvussu eitt stykki verður roknað, men vera ímillum
teir vánaligastu at handfara nevndu mannagongdir. Tað kann
sanniliga eisini vera øvugt.
Lummaroknarar eru hentir – ógvuliga hentir, og allir næm­
ingar eiga at vera stinnir at brúka teir og hava áhuga fyri
teimum, men samstundis skulu næmingarnir vera stinnir at
við­gera tøl. Tí verður ofta trupult at gera av, hvussu nógv
næm­ingarnir skulu brúka lummaroknaran, samstundis sum
teir heldur ikki mugu rokna so nógv við hond, at teir troyttast
og missa hugin til støddfrøðina. Her er stór og torfør uppgáva
hjá læraranum at finna javnvágina.
Men tann næmingur, sum hevur loyst eina uppgávu, men er
sørur at viðgera tøl, má ikki verða noyddur at sita hendur í
favn og ikki sleppa at brúka lummaroknaran. Tá má venjingin
við mannagongdum fyri talviðgerð verða røkt í øðrum saman­
hangi.
Um Skygni 7
9