Page 18 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
18
Viðmerkingar til næmingabókina
Brot
Næmingarnir hava lært brot síðani Skygni 4.
Teir vita um:
At skriva fleiri brot við sama virði.
At stytta og leingja brot.
At finna felagsnevnara.
At leggja brot saman og at draga frá.
At gera brot til blandað tal.
At gera brot til desimaltal.
At finna brotpart av einum tali.
Í hesum partinum verður hildið fram við tí omanfyri nevnda;
harafturat kemur at falda tvey brot, at falda brot við einum
heilum tali og at býta brot við einum heilum tali.
Á síðu 51-60 í avritsmappuni eru fleiri uppgávur afturat.
Síða 70-71
Næmingarnir hava fyrr fingist við brot, har teljarin var størri
enn nevnarin. Nú skulu teir vita, at slík brot verða nevnd
óektað brot.
Síða 72
Áðrenn tvey blandað tøl verða løgd saman, mugu tey hava
felags nevnara. Hetta vita næmingarnir um frammanundan.
Síða 73
Tá ið vit falda tvey brot, falda vit telja við teljara og nevnara
við nevnara.
Onkur næmingur heldur hetta vera logiskt, aðrir, at hetta er
óskiljandi.
Skriva
1
2
·
1
4
á talvuna og greið frá, at hetta merkir tað sama,
sum helvtin av einum fjórðingi.
Tekna ein sirkul og být hann í fjórðingar. Vís, at ein fjórðingur
fer í helvt, og at hvør helvtin av einum fjórðingi er ein
áttandapartur av sirklinum.
T.e. at
1
2
·
1
4
=
1
8
Vís fleiri dømi á talvuni, at tryggja at næmingarnir skilja.
Tá ið eitt brot verður faldað við einum heilum tali, verður
teljarin faldaður við talinum, men nevnarin verður tann sami.
Vís aftur dømi á talvuni at tryggja, at næmingarnir skilja.
Síða 74
Tá ið vit býta eitt brot við einum heilum tali, býta vit teljaran
ella falda nevnaran við talinum.