Viðmerkingar til næmingabókina
23
Síða 101
Tað hevur ikki verið gjørt nógv burtur úr at rokna miðalvirði.
Ger fyrst onkrar einfaldar uppgávur saman við næmingunum,
so skuldi ikki verið trupult at rokna tann partin av uppgáv
unum.
Síða 102-105
Umframt at næmingarnir eiga at læra um jørðina, teir búgva
á, og at skilja sumt av kjakinum um vatntilfeingið, dálking,
upphiting o.s.fr. gevur temaið gott høvi at fáast við stór tøl -
tal ferðir tíggjarapotens, rúmd, prosent og farmyndir.
Uppgáva 1218:
Her kann vera nevnt, at:
tað er so nógv salt í høvunum, at tað hevði hult alt land við
einum 150 m høgum jaðuri, varð tað vunnið burtur úr
høvunum. (Illustreret videnskab 2/1997)
Høvuðbrýggj
Síða 106-111
Aftast í næmingabókini standa uppgávurnar Høvuðbrýggj. Tær
viðgera ikki evni í bókini, og tær víkja nógv frá tí, næming
arnir eru vanir við. Summum næmingum dámar væl slíkar
uppgávur, aðrir halda tær vera truplar – ómetaliga truplar. Tí
er upplagt, at summir næmingar arbeiða fyri seg sjálvar, og
aðrir royna at finna loysnirnar saman við øðrum. Best man
vera, at uppgávurnar eru eitt tilboð og ikki eitt krav. Ætlanin
er heldur ikki, at uppgávurnar verða roknaðar á rað frá fyrstu
til síðstu; men tær skulu heldur vera gott kryddarí, sum tikið
verður fram løtur í skúlaárinum, tá ið høvi býðst.
Á síðunum 61-67 í Avritsmappuni eru uppgávur afturat.
Handbók og Evnisskrá
Síða 112-158
Í Handbókini stendur tað, næmingarnir hava lært frá 1. til og
við 6. flokk. Næmingarnir eiga at vera vandir við at leita í
handbókini, tá ið okkurt er, teir hava gloymt. Síðurnar eru ikki
beinleiðis ætlaðar til undirvísing; men tað kann vera góður
vani, at flokkurin av og á leitar aftur í tær at viðgera okkurt,
sum er farið at kámast. Í Evnisskránni aftast í bókini verður
bæði víst til evnið í ymsu kapitlunum og til handbókina; tá
eru orðini skrivað við bláum í breddan vinstrumegin, so tey
eru lættari at finna.