Page 22 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
22
Viðmerkingar til næmingabókina
Síða 91-93
Næmingarnir skulu finna víddina á hvørjari flatu sær, og tí
skuldi ikki verið trupult at rokna víddina á øllum yvirflatanum
á rúmskapinum. Teir skulu ímynda sær rúmskapið býtt sundur
í kendar flatar, rokna víddina á hvørjum flata sær og so leggja
allar víddir­nar saman.
Felags støðuroyndin
Vídd og rúmd
er á avritssíðu 36-37 í
læraravegleiðingini.
Síða 94-95
Blandaðar uppgávur.
Í teimum blandaðu uppgávunum verður tað, næmingarnir fyrr
hava lært, endurtikið. Tær fremstu uppgávurnar eru lættastar,
men verða tær so við og við so torførar, at allir næm­ingarnir
eru neyvan førir fyri at rokna allar. Tí eiga fyrilit at verða tikin
fyri einstaka flokkinum og fyri einstaka næminginum.
Síða 96-99
Grønar og bláar síður.
Eftir støðuroyndina á tosa næmingur og lærari um, hvørjar
uppgávur eru hóskiligastar til næmingin: Tær grønu ella tær
bláu.
Síða 97
Grøna støðuroyndin
Vídd og rúmd
er á avritssíðu 38-39 afturi í
lærara­vegleiðingini.
Síða 99
Bláa støðuroyndin
Vídd og rúmd
er á avritssíðu 40-41 afturi í
lærara­vegleiðingini.
Tema – Landalæra og støddfrøði
Hóast vit ikki gáa um tað, verður støddfrøðin brúkt so nógva
staðni. Vit máta longdir, lesa hita, bera støddir saman, telja
pengar, rokna tíð o.s.fr. Støddfrøðin er eitt altjóða mál, sum er
við í at greina og svara spurningum.
Síða 100
Her snýr tað seg um mátilutfall. Brúka t.d. kort í atlasinum at
finna og greiða frá ymisk­um mátilutføllum. Tá ið vit bera kort
saman við veruleikan, er talan um eins­skapað øki, so tað ber
til at bera hetta saman við einsskapaðu skapini, sum
næmingarnir fyrr hava fingist við.
S
S
S