Viðmerkingar til næmingabókina
21
læra munin á G og g, t.e., at G er grundflatin, og g er
grundlinjan
Síða 88-89
– Arkimedes
Í samband við evnisnøgd, ber til at siga søguna um Arkimedes:
Fyri umleið 2250 árum síðani var Syrakus størsti býurin á tí
italsku oynni, Sicilia. Kongurin æt Hieron, og hann var eina
ráðandi í tí ríka býarríkinum. Fyri at vísa sítt veldi, bað hann
um eina kongakrúnu frá einum av gullsmiðjunum í býnum.
Kongurin kom við gullinum, og gullsmiðurin gjørdi krúnuna.
Tá ið hon var liðug, fekk kongurin hana, og gullsmiðurin fekk
løn sína. Kongurin var nøgdur, tí krúnan var vøkur. Hann lat
hana viga, og hon vigaði líka nógv sum gullið, hann hevði
givið gullsmiðinum. Alt skuldi verið í lagi. Men onkur teskaði
konginum í oyrað, at hann var vorðin snýttur. Silvur var
bíligari enn gull, og tað hevði gullsmiðurin blandað upp í
gullið; men eingin dugdi at síggja tað. Hesum argaðist kong
urin av, og hann fór at biðja sær ráð hjá góða vini sínum,
Arkimedes. Dugdi hann at prógva, at silvur var blandað upp í
gulli? Arkimedes grundaði yvir spurningin. Á ein hátt var
hetta ikki so trupult. Hann visti, at ein ávís rúmd av gulli
vigaði nítjan ferðir meiri enn sama rúmd av vatni; ímeðan ein
ávís rúmd av silvuri vigaði bara ellivu ferðir meiri enn sama
rúmd av vatni. Arkimedes dugdi at rokna rúmdina á nógvum
ymiskum rúmskapum. Men ein kongakrúna við øllum sínum
skurðum og snúningum? Hvussu skuldi hann rokna rúmdina á
henni?
So ein dagin fekk hann eitt hugskot. Hetta hendi ímeðan
hann lá í baðnum. Ovurfegin leyp hann upp úr baðnum og
rann rópandi ígjøgnum býin: “Heureka, heureka!” t.e. “Eg havi
funnið tað, eg havi funnið tað!” Tað, Arkimedes hevði funnið,
var ein máti at finna rúmdina á ógvuliga óregliligum rúmskap
um. Tá ið hann steig niður í baðið, hevði hann sæð vatnið
renna upp um kantin. Longri hann steig niður í, tess meiri
vatn rann upp um kantin.
Vatnið, sum rann upp um kantin,
mátti hava somu rúmd sum hann sjálvur!
Nú halda vit, at hetta er ein sjálvfylgja, men tá var hetta ein
helt nýggj uppdaging. Nú bar til hjá Arkimedesi at finna
rúmdina á kongakrúnuni, og vigaði hon minni enn nítjan
ferðir meiri enn sama rúmd av vatni, so var silvur blandað
upp í gullið.
Kongakrúnan varð søkt niður í eitt kar fult av vatni. Vatnið,
sum rann upp um kantin, var savnað saman og vigað.
Gullsmiðurin mátti bilsin viðganga, at hann var avdúkaður.
Eftir at hava svarað spurninginum hjá kongi, helt Arkimedes
fram at fáast við løgir og legði lunnar undir ta grein av vísind
unum, sum verður nevnd hydrostatikkur (læran um løgir, sum
ikki flyta seg). Samstundis var hann tann fyrsti at rokna
evnisnøgdina á ymiskum evnum. Hann gjørdi hugtakið
evnisnøgd.
Lógin hjá Arkimedes:
Verður lutur sleptur niður í løg, lætnar hann líka nógv, sum
tann løgur, hann treingir burtur, vigar.
PRÁTIÐ