Page 20 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
20
Viðmerkingar til næmingabókina
streymviðurskifti og veður verri enn so altíð eru til vildar,
hevur ofta verið trupult at ferðast oyggjanna millum, ja enntá
bygdanna millum.
Men við menningini vóru bygdagøturnar avloystar av
koyrivegum, og ímillum oyggjar­nar fóru fergur at sigla - størri
og smærri. Tunlar vóru sprongdir ígjøgnum fjøllini, og
seinastu roysnini eru teir báðir undirsjóvartunlarnir
Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hetta tema snýr seg so um
Norðoyatunnilin.
Norðoyatunnilin var stórarbeiði, og harafturat er nógv
virksemi knýtt at honum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis; tí er
so nógv, sum kundi verið tikið við í temaið, sum her er
avmarkað til næstan bara at fata um sjálva byggingina. Men
sjálvandi ber til hjá lærara og næmingum at víðka temaið og
leita sær upplýsingar sjálvir, sum t.d. á heima­síðum hjá
Landsverki og hjá p/f Norðoyatunnilin.
Áðrenn farið verður undir sjálvt temaið má greiðast gjølla frá
landalæruni: hvar Norðoya­tunnilin liggur, hvussu umstøður­
nar vóru undan honum, hvørja nyttu hann ger o.s.fr.
Í temanum er nógvur tekstur at lesa, so tryggjast má, at
næmingarnir hava skilt tekstin, áðrenn teir fara í holt við
sjálvar uppgávurnar. Tí er kanska skilagott at arbeiða í bólk­um.
Støddfrøðiliga kunnu evnini verða býtt soleiðis upp:
tíðarrokning
longdir
rúmd
títtleiki
vekt/nøgd
prísir
Vídd og rúmd
Næmingarnir hava fyrr fingist við hugtakið vídd. Teir hava
teknað og talt kvadrat í skapum, og í sætta flokki hava teir
fingið kunnleika til formlarnar at rokna víddina á tríkantum,
kvadratum, rektanglum, javnfirringum, trapetsum, rombum og
sirklum.
Tað nýggja verður at rokna rúmdir við formlum, at brúka
evnisnøgd, og at kanna flat­arnar í rúmskapum.
Síða 86
Uppgávurnar eru venjing at brúka víddarformlarnar, sum
næmingarnir nýttu í Skygni 6.
Síða 87
At til ber at fylla okkurt í rúmskapini, vita næmingarnir frá
fyrr av, tá ið teir fyltu tey við t.d. rísi.
Næmingarnir skulu nú læra, at til eru ávísir formlar at rokna
rúmdina á ávísum rúm­skap­um. Tað er týdningarmikið, at teir