6
Um Skygni 7
Um Skygni 6
Skygni er ein fjøltáttað støddfrøðiskipan, sum gevur lærara
num nógvar ymiskar møguleikar, tá ið undirvísingin skal verða
løgd til rættis.
Í næmingabókini takast næmingarnir við tey evni, sum eru
hóskandi til aldursstigið.
Men bæði flokkar og lærarar eru ymiskir, so støddfrøðiskipanin
miðar eisini eftir at geva læraranum møguleikar at leggja
undirvísingina til rættis, so hon er lagað til hvønn næming
sær.
Tú kanst skifta ímillum:
Næmingabókina
•
Avritsmappuna
•
Avritssíður afturi í næmingabókini
•
Høvuðbrýggj
•
Fimisrokning
•
Tippa 13
•
Arbeiða við temunum
•
Arbeiða við grønu og bláu síðunum
•
Næmingabókin
Næmingabókin er býtt í støddfrøðievni og tvørfaklig temu,
sum fyri størsta partin eru støddfrøði.
Eftir flestu kapitlarnar er eitt búmerki, sum boðar frá einari
støðuroynd. Tá er hóskandi at kanna, hvussu væl næmingarnir
hava ognað sær evnið í kapitlinum.
Uppgávurnar til støðuroyndina eru aftast í Læraravegleiðingini
og eru gjørdar til at avrita. Tær eru á sama torleikastigi, sum
uppgávurnar í sjálvum kapitlinum. Við vilja eru eingi stig sett
á uppgávurnar. Eftir støðinum hjá flokkinum, og eftir hvussu
nógv er gjørt burtur úr evninum í kapitlinum, skal lærarin
sjálvur meta um, hvussu næmingarnir hava staðið seg.
Støðuroyndirnar eru gott støði til framhaldandi at eftirmeta
næmingarnar og ikki um at tala at eftirmeta sjálva frálæruna.
Fyrsta støðuroyndin (avritssíðurnar 12-14 afturi í vegleiðing
ini) er at kanna førleikan hjá næmingunum, nú teir eru
komnir aftur úr summarfrí. Ella kanska er hetta fyrsta árið, tú
hevur flokkin. Tað er altíð gott hjá læraranum at vita, hvussu
næmingarnir duga, áðrenn rættiliga verður lagt til brots. Í
hesari fyrstu støðuroyndini eru bara uppgávur í tí, næming
arnir hava lært í 5. og 6. flokki.
Næmingarnir eiga at fáa nóg mikið av tíð at loysa uppgávur
nar. Tí er helst skilagott at býta støðuroyndina í tveir partar at
hava hvør sín dag.
Rættingarark til støðuroyndirnar er afturi í hesi vegleiðing
(avritssíða 11).
S