Page 7 - 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook

This is a SEO version of 93826 Skygni 7 Læraravegleiðing FlippingBook. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Um Skygni 7
7
S
S
Blandaðar uppgávur
Aftan fyri flestu høvuðsevnini eru
blandaðar uppgávur.
Vit røra
í pottinum, og enda­málið er, at næmingarnir ferð eftir ferð
skulu nema við tey ymsu evnini.
Vit hava roynt at hildið so mikið skil á, at tær lættastu upp­
gávur­nar eru fremstar, og at torleikastigið veksur aftureftir.
Ætlanin er, at næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt, meðan
lær­ar­in tosar við tann einstaka næmingin um fyrru støðu­
roynd­ina; men tað ber sjálvandi eisini til, at næmingarnir
ar­beiða í bólkum.
Okkara hugsan við støðuroyndunum (og grønu og bláu síð­
unum) er, at arbeitt verður á henda hátt:
Lærarin rættar
Felags støðuroyndina
til næstu ferð, tey hava
støddfrøði
Næmingarnir rokna
blandaðar uppgávur
(sí blandaðar
upp­gávur frammanfyri)
Ímeðan næmingarnir rokna blandaðar uppgávur, tosar lærarin
við hvønn næming sær, greiðir frá úrslitinum av støðu­roynd­
ini, og í felag gera næmingur og lærari av, hvat næmingurin
nú skal fara í holt við, antin:
grønar síður
ella
bláar síður.
Grønar og bláar síður
Grønar síður
eru til teir næmingar, ið mugu taka afturí aftur sama evnið.
Tá ið næmingarnir hava roknað
grønu síðurnar,
er aftur ein
støðuroynd. Hon skuldi helst víst, at næmingarnir hava havt
framgongd.
Bláar síður
eru til teir næmingar, ið megna meginpartin av evninum. Í
bláu síðunum verður evnið partvíst endurtikið, og farið verður
eitt sindur longri við tí.
Tá ið næmingarnir hava roknað
bláu síðurnar,
er aftur ein
støðu­roynd. Hon skuldi helst víst, at næmingarnir hava havt
fram­gongd.
Vit gera vart við, at støðuroyndirnar í Læraravegleiðingini eru
ikki ætlaðar til grundarlag at geva próvtøl. Tær eru har­aftur­
ímóti ætlaðar sum amboð hjá lærara og næmingi at meta um,
hvussu væl næmingarnir hava lært ymisku evnini.
Her er yvirlit yvir, nær ið ætlanin er at brúka ymsu støðu­
roynd­ir­nar: