108
Prát
• Hvussu man tað vera at sita í fangahúsi?
• Hvør verður settur í fangahús?
• Hava vit fangahús í Føroyum?
• Hví sótu Paulus og Silas í fangahúsi?
• Er tað rættvíst?
Uppskot
Lærarin lesur brot úr „Regin og Sára“:
Regin og Sára
Regin lætst at sova, tá ið mamman kom inn. Hann vildi ikki tosa við
hana. Hann hevði grátið eina góða løtu, tað gjørdi hann oftani, men
bara um kvøldarnar, eingin í verðini mátti vita tað. Hann græt, tá ið
hann hugsaði um teir góðu dagarnar, áðrenn pápin fór niður at sita.
Hann hugsaði um, tá ið teir vóru uppi á vatninum og fiskaðu síl, og tá
ið teir dyrgdu og settu gørn. Báturin var eisini um at fara fyri skeyti, tí
har var eingin at ansa eftir honum.
Onkuntíð var Regin illur inn á pápan, og samstundis hevði hann
ringa samvitsku, sum nú í kvøld, tá ið hann hevði verið so naskur
móti mammuni og sagt, at pápin hevði stolið. Hann visti væl, at pápin
ongantíð hevði ætlað, at tað skuldi enda soleiðis. Tað hevði verið freist
andi hjá honum at læna hasar pengarnar á skrivstovuni. Ætlanin hevði
eisini verið at gjalda teir aftur, men so var so nógv ymiskt hent, og teir
høvdu uppdagað tað, áðrenn tey eydnaðist at fáa alt afturi rætt lag.
Regin visti eisini, at pápin vildi gera alt í verðini fyri, at tað skuldi vera
gott hjá honum og mammuni.
Samstundis sum hann var illur inn á pápan, tóktist honum so synd
í honum, tí hann skuldi vera einsamallur í Danmark. Hví kundi hann
ikki bara sleppa at gjalda hasar pengarnar aftur. Pápin var eingin
vandamikil brotsmaður. Hann hevði hvørki dripið ella sligið nakran.
Tey høvdu bara sæð hann eina ferð tað árið, hann hevði sitið. Tey høvdu
verið niðri og vitjað hann, og hann var sloppin út eitt vikuskifti. Tá ið
hann kundi sleppa út eitt heilt vikuskifti og fara í Tivoli við teimum,
hví kundi hann so ikki sleppa at vera úti alla tíðina og koma heim til
teirra. Áttu politistar ikki eisini konu og børn, skiltu teir ikki, at Regini
og mammuni longdust so illa?
Prát
• Hví sat pápi Regin í fangahúsi?
• Er tað rættvíst?
• Fáa vit at vita, hvussu pápin hevði tað?
• Kunnu fólk í Føroyum sita inn fyri trúgv sína?