107
„Tí stórur tú ert, og tú undurverk gert, tú eina ert Guð!“ Sálmur 86,10
„Tí ein veldigur Guð er Harrin, drottin mikil yvir øllum gudum.“
Sálmur 95,3
Sum uppskot kunnu næmingarnir hoyra brot úr bókini „Regin og
Sára“, sum Heine Hestoy hevur skrivað. Hon er um Regin, sum er 14
ára gamal. Hann er raskur, hevur eina góða mammu og dámar væl
ítrótt. Men pápi Regin er sendur til Danmarkar at sita, tí hann hevur
stolið. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri Regin. Verður henda søga
lisin, kann prátið snúgva seg meira um hvussu tað er at sita í fangahúsi
í dag, samanborið við tíðina tá Paulus livdi.
Sangur: „Eg vil mínum Harra prísa“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Paulus og Silas
– Ápostlasøga 16,16-34
Paulus ferðaðist í nógvum londum og segði menniskjum frá um Jesus.
Einaferð kom Paulus til ein bý, sum æt Filippi. Hann hevði ein vin
mann við sær, sum æt Silas. Í Filippi dámdu fólkunum væl at hoyra
søgur um Jesus. Men ikki øllum dámdu, at Paulus og Silas vóru komnir
hagar at siga frá um Jesus. Tí tóku tey Paulus og Silas til fangar. Teir
vóru húðf longdir og settir í fangahúsið við øðiligum sárum á bakinum.
Fangahúsið var ikki hugnaligt. Har var myrkt, og teir vórðu bundnir á
hendur og føtur, soleiðis at teir næstan ikki fingu f lutt seg.
Ístaðin fyri at gráta og klaga takkaðu teir Gudi. Teir bóðu og sungu
lovsangir til Gud. Hinir fangarnir í fangahúsinum undraðust. Hvør
kundi tað vera, sum sang á miðjari nátt?
Brádliga hendi nakað. Ein ógvusligur jarðskjálvti var, alt fangahúsið
skalv, og hurðarnar fóru upp. Leinkjurnar, sum teir vóru bundnir við,
duttu av. Nú vóru Paulus og Silas leysir aftur úr fangahúsinum.
Fangavaktarin lá og svav. Hetta var jú mitt um náttina. Tá ið hann
vaknaði og sá, hvat var hent, varð hann bangin. Nú fóru tey at revsa
hann, tí fangarnir vórðu slopnir út úr fangahúsinum. Hann varð so
bangin, at hann ynskti at doyggja. Tá rópti Paulus: „Ger ikki tær
sjálvum nakað mein; tí at vit eru allir her!“ Tá rópti fangavaktarin:
„Vilt tú hjálpa mær, so at eg kann verða frelstur?“ So søgdu Paulus og
Silas honum, at hann skuldi trúgva á Harran Jesus. Fangavaktarin varð
so glaður fyri svarið. Hann savnaði alla familju sína saman, fyri at tey
eisini skuldu hoyra um Jesus. Somu náttina vórðu fangavaktarin og øll
familja hansar doypt.