Page 108 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
106
Paulus og Silas
33. tími
Vert at vita
Paulus hevði valt Silas sum fylgisvein sín. Í Filippi vórðu teir kastaðir í
fangahús uttan rættarsak og dóm. Ákæran var, at Paulus og Silas høvdu
prædikað ólógliga, og at teir vaktu órógv í býnum. Ein og hvør borgari
hevði loyvi at koma til dómsmyndugleikan við slíkari kæru. Vanliga
verður ikki hildið, at rómverjar vóru serliga konservativir í slíkum mál­
um. Fólk kundu tilbiðja ymiskar gudar og halda egnar siðvenjur, treytað
av at tey eisini tilbóðu keisaran. Rómverjar vildu sjálvandi varðveita
friðin í ríkinum, so teir blandaðu seg bara um øsing stóðst av onkrum.
Tey kristnu vildu ikki tilbiðja keisaran og vóru tí hildin ikki at vera
trúgv ímóti ríkinum. Tey vóru sædd sum ein hóttan ímóti teimum
viður­kendu trúarrætningunum.
Viðferðin, Paulus og Silas fingu, var ikki mild. Teir vóru húðf longdir
og kastaðir í fangahús. Í fangahúsinum sungu Paulus og Silas Gudi
lov­song. Við lovsongi til Gud festu teir síni eygu á Guds stórleika og
al­mátt.
Tað at gleða Gud, verður kallað at tilbiðja. Eins og ein gimsteinur hevur
til­biðjan f leiri f latir. Bíblian lærir, at Gud skapti menniskjuni til til­
biðjan. Í Jóhannes 4,23 stendur: „ … tí at tað eru slíkir tilbiðjarar, faðirin
søkir.“ Ein av „f latunum“ í gimsteininum er lovsangur. Bíblian sigur,
at lovsangur gleðir Gud, og hevur til endamáls at draga menniskjuni
nærri at Gudi.
Í Sálmunum eru f leiri lovsangir:
„Í heilagleika var vegur tín, Guð, hvør er ein veldigur Guð eins og Guð!“
Sálmur 77,14
Paulus