105
Sangur: „Jesusi fylgja“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Út frá síðu 50 og 51 í næmingabókini verður tosað um ferðir Paulusar.
• Hvar ferðaðist Paulus?
• Hví ferðaðist Paulus?
• Hava tit ferðast?
• Hvussu ferðast vit í dag?
• Hvussu ferðaðist Paulus?
• Hví ferðast vit?
• Hví ferðaðist Paulus?
Ferð mín
Næmingarnir vísa tað, teir hava við. Næmingarnir skriva síðani um
hesa ferðina.
• Hvar/nær vart tú?
• Hvør var við?
• Hvussu ferðaðust tit?
• Hví fóru tit?
• Hvat gjørdu tit?
Ferðir Paulusar
Næmingarnir fáa eitt landakort yvir hvørja ferð Paulusar, sí avrit aftast
í bókini. Teir líma landakortini í loggbókina og skriva 1. ferð, 2. ferð,
3. ferð og ferðin til Róm.
Telduspæl
Spurnarspæl um aðru ferð Paulusar er á snar.fo/vita
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!