Page 106 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
104
Ferðir Paulusar
32. tími
Vert at vita
Tá ið Paulus var vorðin kristin fór hann f leiri missiónsferðir. Hetta var
um ár 50. Endamálið við ferðunum var at boða øðrum boðskapin um
Gud. Tær mongu ferðirnar hava bæði verið drúgvar og møðsamar. Van­
ligt var at ferðast til gongu, og soleiðis ferðaðist Paulus óivað, tá ið hann
ikki feraðist við skipi. Paulus var rómverskur ríkisborgari og kundi tí
fara higar hann vildi.
Ofta verða ferðir Paulusar býttar í tríggjar ferðir. Hóast tað er kjak um,
hvussu nógvar ferðir hann var á, so hava vit valt at býta tær í trý.
Fyrsta ferð – Ápostlasøgan 13-14
Á fyrstu ferð síni fór Paulus til londini í eystara partinum fram við
Miðj­arð­ar­havið. Paulus og Barnabas ferðaðust eisini til Kýpros, har
Barna­bas var føddur. Har boðaðu teir evangeliið.
Onnur ferð – Ápostlasøgan 15-18
Á aðru ferðini fór Paulus saman við Silasi til Makedonia, Akaja og
Grikka­land. Ferðin vardi óivað í nøkur ár.
Triðja ferð – Ápostlasøgan 18-21
Á triðju ferð síni ferðaðist Paulus í Asia. Eitt skifti búði hann í Efesus.
Tá ið Paulus kom aftur til Jerúsalem, varð hann handtikin. Tá fór hann
seinastu ferð sína, fyri at leggja søk sína fyri keisaran í Róm. Hann fór
sum fangi við einum skipi, sum sigldi við korni. Á Malta strandaðu teir.
Komin til Róm, varð Paulus settur í varðhald, har hann skrivaði f leiri
av brøvum sínum.
Paulus