Page 105 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
103
Prát
• Verða kristin atsókt í dag?
Lærarin lesur tíðindastubba (úr „Trúboðin“, 26. desember 2010):
Mong ynskja at fýggja
Presturin í anglikansku St. Georges kirkjuni í Baghdad, sigur um
støð­una:
– Fólk eru sera óttafull. Álopið á kirkjuna ger, at tey kenna seg ikki
trygg nakrastaðni. Mong ynskja at f lýggja. Tey síggja onga framtíð
fyri teimum kristnu í Baghdad. Seinastu vikurnar eru kanska eini 500
f lýdd, tey f lestu til Sýria.
Irakski presturin Youchef Nadarkhani hevur sitið í fongsli í meira enn
eitt ár. Hann varð funnin sekur í at vera farin frá islamsku trúnni, og at
hava heitt á onnur um at gera tað sama. Hann varð dømdur til deyða,
men orsakað av hópmótmælum úr øllum heiminum, er deyðadómurin
ikki framdur enn.
Síðani tey sameindu gjørdu innrás í Irak og koyrdu Saddam Hussein
frá valdinum, eru 66 kirkjur álopnar av islamistum, og yvir 2000 kristin
dripin. Tá vóru umleið ein millión kristin í Irak. Tey f lestu hoyrdu til ta
kald­æisk-katólsku og sýrisk-ortodoksu kirkjuna, skrivar Dagen­Maga­
zin­et. Orsakað av forfylging eru enn meira f lýdd, soleiðis, at tað nú eru
umleið 400.000 eftir.
Til komandi tíma
Í næsta tíma skulu næmingarnir skriva eina ferðafrásøgn. Næmingarnir
skulu hava ein lut, eina mynd, prýði, bók e.l. Luturin skal siga nakað
um eina ferð, teir hava verið á. Luturin kann vera frá eini ferð í Føroyum
ella úti í heimi.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!