102
Paulus og tey fyrstu kristnu vóru atsókt av jødunum. Enn í dag verða
kristin atsøkt, serliga í islamiskum statum. Sambært felagsskapinum
„Open Doors International“ verða kristin atsøkt í Norðurkorea, Saudi
arabia, Iran, Irak, Nigeria, Somalia og Maldivunum.
Sangur: „So fremmand tey mær tyktust“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Paulus fýggjar
– Ápostlasøgan
Paulus hevði fingið sjónina aftur, og var í Damaskus í nakrar dagar.
Hann varð doyptur og gjørdist limur í kirkjuliðnum har. Har fór hann
at siga fólki frá, tí sum hann hevði upplivað. Hann talaði eisini í sýna
gogunum um, at Jesus var sonur Guds.
Nakrir av lærusveinunum noktaðu at hava nakað við Paulus at gera.
Hóast Paulus segði, at hann var broyttur, so mintust lærusveinarnir
alt ov væl, hvussu illa hann var farin við teimum kristnu í Jerúsalem.
Og jødarnir, sum høvdu sent Paulus at týna tey kristnu, gjørdust eisini
bilsnir av tí, sum var hent við Paulusi. Men seinni gjørdust teir rættiliga
illir, og teir ætlaðu at drepa Paulus. Teir settu vakt við býarmúrin bæði
nátt og dag, so Paulus ikki skuldi rýma.
Men tá vóru lærusveinarnir skjótir við góðum ráðum. Eina náttina
bóðu teir Paulus seta seg í eina kurv, og síðani lestu teir hann niður í
kurvini. Soleiðis slapp Paulus út úr Damaskus.
Tá ið Paulus kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg at lærusvein
unum. Men øll tey kristnu ræddust hann, tí at tey trúðu ikki, at hann
var ein av teimum. Men Barnabas tók sær av honum, fór til ápostlarnar,
og segði teimum frá, hvussu hann á vegnum hevði sæð Gud.
Prát
• Var Paulus djarvur?
• Er Paulus ein hetja?
• Kann hetta samanberast við aðrar hetjur?
Paulus
Út frá næmingabókini skriva næmingarnir um Paulus. Teir svara hesum
spurningum, og skriva eina samanhangandi lýsing:
• Hvar varð Paulus føddur?
• Hvørja trúgv hevði Paulus?
• Hvat gjørdi Paulus?
• Hví søkti hann at teimum kristnu?
• Hvat hendi, tá Gud kallaði á Paulus?
• Hví mátti Paulus f lýggja úr Damaskus?