Page 103 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
101
Paulus fýggjar
31. tími
Vert at vita
Damskus var ein týdningarmikil handilsbýur. Hann verður mettur at
vera ein av heimsins elstu býum. Býurin liggur á einum fruktagóðum
slætta, og gjørdist tíðliga í tíðini miðstaður fyri handilsvirksemi í
Eystur­londum.
Áhugavert er at síggja, hvussu skjótt umstøðurnar broytast. Jødarnir í
Damaskus gjørdu nú tað sama ímóti Paulusi, sum hann hevði ætlað at
gjørt ímóti teimum kristnu. Teir vildu drepa Paulus. Paulus goymdi seg
í eina tíð, síðani rýmdi hann eina náttina á ein óvanliga hátt. Rundan
um býin var múrur, so øll, sum skuldu út úr býnum, máttu fara út
ígjøgnum eitt portur. Í einari kurv var Paulus lestur niður eftir múr­
inum.
Paulus fór tá úr Damaskus til Árabia. „Men tá ið tað líkaði Guði, sum
longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni, at
opin­bera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um
hann heidn­inganna millum, tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við
hold og blóð, og fór heldur ikki niðan til Jerúsalem, til teirra, sum vóru
ápostlar undan mær; men eg fór avstað til Árábiu og vendi síðan aftur
til Damaskus.“ Galatarabrævið 1,15-17
Paulus fór aftur til Damaskus, áðrenn hann seinni fór til Jerúsalem.
Eftir tað fór Paulus heim aftur til Tarsus. Har búði Paulus í eitt longri
tíðarskeið. Ein dagin fekk hann vitjan av Barnabas, sum fyrr hevði lagt
gott orð inn fyri Paulus. (Ápostlasøgan 9, 27). Barnabas bað Paulus
koma við sær aftur til Antiokia at gerast lærari fyri tey kristnu í býnum.
Paulus fór við Barnabas og gjørdist ein góður lærari har.
Paulus