100
(Ánanias reisir seg og fer.)
(Ánanias bankar á dyrnar í húsunum hjá Judasi,
og arbeiðsgentan letur upp.)
Arbeiðsgentan: Er tað tú, Ánanias? Paulus bíðar eftir tær.
Ánanias:
Býr Paulus veruliga hjá tykkum?
Arbeiðsgentan: Hann hevur búð her í tríggjar dagar. Hann hevur
sagt mær frá, at Harrin hevur sagt honum, at tú
skuldi koma. Hann er inni her – kom bara!
(Paulus reisir seg úr stólinum, júst tá Ánanias kem
ur inn.)
Ánanias:
Paulus – bróðir! Jesus sendi meg higar, so tú kanst
fáa sjónina aftur!
(leggur hondina á høvdið hjá Paulusi.)
Paulus:
Takk, Ánanias. – Tá tú komst inn, var tað sum um
eitt skal fall av eygum mínum. – Nú síggi eg teg.
Ánanias:
Eg hevði als ikki trúð, at tú kundi gerast ein av
okkum.
Paulus:
Tað hevði eg heldur ikki væntað. Men nú hevur
hannmøtt mær, hann, sum eg sókti at. Hann hevur
nú umbroytt alt mítt lív. Hoyr meg, Ánanias, Eg
vil so fegin siga øðrum, hvat er hent við mær. Tú
mást taka meg við til tey kristnu her í býnum.
Frásøgufólk: Øll gjørdust ógvuliga bilsin, tá tey hoyrdu, hvat
var hent við Paulusi. Frá hesum degi nýtti Paulus
alt sítt lív at siga øðrum frá um trúgv sína.
Hoyrispæl
Næmingarnir verða býttir í bólkar við 7 í hvørjum. Teir venja hoyri
spælið, sum síðani verður lisið upp í bólkinum.
Møguliga kunnu næmingarnir sjálvir spæla hoyrispælið inn.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!