Page 101 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
99
á ein annan hátt, enn hann hevði hugsað sær. Stutt
áðrenn hann kom til býarportrið, steðgaði Gud
honum.
(Paulus og hermennninir ganga spakuliga, meðan
teir tosa saman.)
Paulus:
Tey siga, at nógv kristin eru í hesum býnum. Verð­
ur tað, sum eg vil, skal Jesunavnið ongantíð aftur
nevnast í Damaskus.
(Paulus steðgar – og tekur hendurnar upp fyri eyg­
uni.)
Hvat er hetta fyri ljós? Tað svíður í eygunum!
Guds rødd:
(Tann, ið hevur henda leiklut, skal helst goyma
seg á einum staði, so hon/hann ikki sæst.) Paulus,
Paulus, hví søkir tú at mær?
Paulus:
Hvør ert tú, Harri?
Guds rødd:
Eg eri Jesus, sum tú søkir at. Reis teg upp nú og far
inn í býin. Har skalt tú fáa nærri boð frá mær.
Hermaðurin: Hvat er hetta fyri nakað?
Paulus:
Sást tú ikki ljósið? Eg havi sæð Harrans ljós og
hoyrdi rødd hansara.
Hermaðurin: Eg hoyrdi eisini røddina, men eg sá einki.
Paulus:
Jesus hevur talað til mín – Ljósið gjørdi meg
blindan, eg síggi einki.
Hermaðurin: Men hvat er galið við tær?
Paulus:
Eg havi mist sjónina. – Eg síggi ikki fram um nøs­
ina.
Hermaðurin: Her – tak í mína hond. Eg skal hjálpa tær inn í
býin.
(Hermaðurin leiðir Paulus út.)
Frásøgufólkið:
Í tríggjar dagar var Paulus blindur. Hesar dagar
hvørki át ella drakk hann.
Triðja dagin talaði Jesus til ein mann í Damaskus,
sum æt Ánanias.
(Ánanias liggur á knæ og biður.)
Guds rødd:
Ánanias!
Ánanias:
Ja, Harri.
Guds rødd: Tú skalt fara avstað til gøtuna, sum eitur „Hin
beina“. Í húsinum hjá Judasi skalt tú spyrja eftir
Paulusi. Beint nú biður hann. Tú skalt leggja hend­
ur­nar á hann, so hann fær sjónina aftur.
Ánanias: Men Harri, øll tala saman um, hvussu nógv ilt
hesin maðurin hevur gjørt móti teimum kristnu.
Hann vil seta øll í fongsul, sum trúgva á Jesus.
Guds rødd: Ger sum eg sigi! Eg havi valt hann at vera mín
tænari.