98
Atsøkjarin, ið gjørdist kristin
30. tími
Vert at vita
Sí
vert at vita
til 29. tíma um Paulus.
Sangur: „So fremmand tey mær tyktust“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Hoyrispæl
Persónarnir í leikinum eru: Frásøgufólk, Paulus, høvuðspresturin, ein
hermaður, Guds rødd, ein arbeiðsgenta og Ánanias.
Frásøgufólk:
Paulus var í øðini við øll, sum trúðu á Jesus. Tað
var bara eitt, sum hann hugsaði um alt samdøgrið:
Hann vildi týna øll tey kristnu. Ein dagin fór hann
til høvuðsprestin í Jerúsalem.
Paulus:
Eg ætlaði at spyrja teg, um tú møguliga kundi givið
mær eitt bræv við til tíni fólk í Damaskus. Um tú
fært tey at samstarva við meg, skuldi verið skjótt
at steðga øllum teimum í býnum, sum trúgva á
henda Jesus.
Høvuðspresturin: Og hvat ætlar tú at gera við tey?
Paulus:
Leggja tey í leinkjur og síðani føra tey higar til
Jerúsalem. Síðani kanst tú áseta revsingina.
Høvuðspresturin: Gott. Eg skal skriva eitt bræv, har eg heiti á fólkini
í synagoguni um at hjálpa tær. Tað gleðir meg at
hava so íðin fólk sum teg. Høvdu vit f leiri sum teg,
hevði tað gingið munandi skjótari at týnt hesar
lærusveinarnar hjá Jesusi. Gud veri við tær!
Frásøgufólk: Gud var við Paulusi á vegnum til Damaskus; men
Paulus