97
býtt í tvey. Øðrumegin skriva tey Saul og hinumegin Paulus. Teir fáa
tvey skriftstøð, sum vera límað í loggbókina, sí avrit aftast í bókini.
„Men Saul, sum enn froysti hóttir og manndráp móti lærusveinum
Harrans, fór til høvuðsprestin og bað hann um bræv til Damaskus,
til samkomuhúsið har, fyri at hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu
til „vegin“, menn ella konur, kundi føra tey í bondum til Jerúsalem.“
(Ápostlasøgan 9,1-2)
„Og tá ið hann kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til læru
sveinarnar; men øll ræddust hann, av tí at tey ikki trúðu, at hann var
lærusveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til
ápostlarnar, og hann segði teimum frá, hvussu hann á veginum hevði
sæð Harran.“ (Ápostlasøgan 9,26-27a)
Spæl
Næmingarnir spæla „Vegvísari“, sí frágreiðing aftast í bókini.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!