Page 98 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
96
Sangur: „So fremmand tey mær tyktust“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Saul fer til Damaskus
– Ápostlasøgan 9,1-19
Saul hataði tey, sum trúðu á Jesus. Hann spottaði og hótti lærusvein­ar­
nar. Ein dagin fór Saul til høvuðsprestin, og bað hann skriva eitt bræv.
Saul ætlaði sær til Damaskus og vildi hava loyvi at handtaka øll, sum
trúðu.
Saul fór avstað til Damaskus, men meðan hann var á veg skein
brádliga eitt ljós av himni. Saul fall til jarðar. Hann hoyrdi eina rødd
siga: „Saul, Saul, hví søkir tú at mær?“ Men Saul segði: „Hvør ert tú?“
Og hann svar­aði: „Eg eri Jesus, sum tú søkir at. Reis teg og far til
Damaskus! Har skalt tú fáa at vita, hvat tú skalt gera.“
Menninir, sumvóru viðSaul, stóðumálleysir. Teir hoyrdu væl røddina,
men teir sóu ongan. Saul reisti seg upp, men tá ið hann læt eyguni upp,
sá hann einki. Tá máttu menninir leiða Saul inn í Damaskus. Í tríggjar
dagar sá hann einki, og hann hvørki át ella drakk.
Í Damaskus var ein lærusveinur hjá Jesusi, sum æt Ánanias. Gud
segði við hann í eini sjón: „Ánanias, far og spyr í húsinum hjá Judasi
eftir ein­um manni frá Tarsus, sum eitur Saul.“
Men Ánanias svaraði: „Gud, eg havi hoyrt so nógv um Saul, hvussu
óreinur hann er við tey, sum trúgva á Jesus. Hann er nú komin til
Damaskus og hevur fingið loyvi frá høvuðsprestunum at binda øll tey,
sum ákalla navn títt.“ Men Gud segði við hann: „Far, tí eg havi útvalt
hann at siga heidningum, kongum og ísraelsbørnum um meg.“
Ánanias fór avstað og kom inn í húsið, har sum Saul var. Hann legði
hendurnar á hann og segði: „Saul, bróðir! Gud hevur sent meg til tín,
so at tú kanst fáa sjónina aftur og verða fyltur við heilagum anda.“ Í
somu løtu fekk hann sjónina aftur. Hann reisti seg og varð doyptur.
Tá fekk Saul sær at eta og styrknaði. Men hann varð nakrar dagar hjá
lærusveinunum í Damaskus.
Prát
• Hvør var Paulus?
• Hví ræddust fólk Paulus?
• Hvør var Ánanias?
• Hví var Ánanias bangin?
• Kunnu menniskju broyta meining?
Hvør var Paulus
Næmingarnir arbeiða við mótsetningum. Síðan í loggbókini verður