Page 97 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
95
Paulus var jødi, men var eisini føddur rómverskur borgari. Við hesum
hevði Paulus fyrimunir í rættarskipanini, og hevði rætt til verju frá róm­
versku embætismonnunum.
Paulus var fariseari. Longu sum ungur fór hann til Jerúsalem at út­
búgva seg sum skriftlærdan hjá lærumeistara sínum Gamaliel. Her fekk
hann innlit í alt Gamla testamenti og aðrar jødiskar siðvenjur.
Paulus kann hava verið í Jerúsalem um somu tíð, sum Jesus, men tað
er ikki sannlíkt, at teir hittust, ella at Paulus hevði áhuga í lívi hansara.
Fyri Paulus var Jesus óivað bara ein av teimum mongu ferða­prædiku­
monn­unum. Møguliga hevur Paulus heldur ikki havt áhuga í – ella
vitað av – krossfestingini, tí hetta hendi so ofta.
Jesus segði í Ápostlasøguni 1,8: „Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur
andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem
og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.“ Sjálvt
um Jesus segði, at gleðiboðskapurin var bæði fyri jødar og heidningar,
so høvdu tvey ár seinni bara tey í Jerúsalem hoyrt gleðiboðskapin. Í
Ápostla­søguni 8 byrja atsóknirnar at teimum kristnu. Hetta gjørdi, at
mong f lýddu til Júdea og Sámária.
Paulus hataði tey kristnu. Hann førdi øll, sum hoyrdu til „vegin“
(Ápostla­søgan 9,2), til fanga í Jerúsalem.
Deyði Jesusar á krossinum hevur ikki latið munnin á teimum kristnu
aftur. Tey trúðu, at Jesus varð risin upp, og f leiri løgdust afturat. Tey
gjørd­ust so mong í tali, at eingin, heldur ikki Paulus, kundi síggja burt­
ur frá teimum.
Tey, sum hoyrdu til „vegin“ skaptu øsing ímillum fólk, og jødarnir vóru
bangnir fyri, at tað kundi fáa avleiðingar fyri tað, sum eftir var av sjálv­
stýrið undir rómverska veldinum í landinum. Tað hevði stóran týdning
fyri jødarnar, at móselógin, sum forfedrarnir høvdu lært teir, var hildin.
Tey kristnu søgdu, at tað týdningarmesta nú var trúgvin á Jesus, og at
Gud hevði reist hann upp frá deyðum.
Paulus var ein rætttrúgvandi fariseari, og kendi seg noyddan at berjast
ímóti nýggju rørsluni. Hann fór virkin til verka. Við hóttanum um
morð søkti hann at teimum kristnu, og setti mong í fangahús.
Paulus var á veg til Damaskus at søkja at teimum kristnu. Har sá hann
eitt bjart ljós skína av himli, og hann hoyrdi eina rødd, sum segði: „Saul,
Saul, hví søkir tú at mær?“ Her møtti Paulus Jesusi og gjørdist ein av
teimum, sum hann fyrr hevði søkt at. Eftir hetta varð hann nevndur
Paulus.