Page 96 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
94
Hvør var Paulus
29. tími
Vert at vita
Ápostlasøgan byrjar við søguni um Stefan, sum verður steinaður fyri
trúgv sína. Í mannamúgvuni stóð Saul, sum var ein av teimum ídnastu
at jagstra tey kristnu.
Saul, sum seinni fekk navnið Paulus, var uttan iva ein av teimum sum,
eftir at Jesus var farin til himmals, hevði størstu ávirkanina á kristnu
boð­anina og tulkingina av kristni trúnni. Lív hansara og tað, sum hann
skriv­aði, er vorðið nógv granskað. Fólk hava kjakast um tað, og tað
hevur eisini verið brúkt til andaligan íblástur.
Hildið verður, at Paulus varð føddur í býnum Tarsus í Lítla Asia, har
sum hann eisini vaks upp. Tarsus var ein vakur og mætur býur. For­
eldur hansara vóru jødar. Paulus hevði jødiska navnið Saul. Hann var
kallaður upp eftir kong Saul, sum var fyrsti jødiski kongurin. Familjan
hoyrdi til diasporajødarnir, tað vil siga, teir búðu uttan fyri Palestina.
Paulus varð kallaður Saul, men tá ið hann byrjar tænastu sína í millum
heidningarnar, nýtir Lukas navnið Paulus.
Hóast Paulus sum ungur livdi í einum jødiskum umhvørvi, kendi hann
bæði ymiskar mentanir og átrúnaðir. Tarsus var tá, sum aðrir stórir býir
í Miðalhavs-økinum, kendur fyri mentanarligt og átrúnaðarligt fjøl­
broytni. Paulus varð føddur inn í eina hellenistiska mentan, sum er ein
griksk mentan. Hetta var veruleikanum ein tíð, tá grikskt varð blandað
við rómverska og orientalska mentan. Eins og í dag var eisini eitt slag av
átrúnaðarligari pluralismu í Tarsus.
Paulus