93
Trúareingilin segði: „Tað træ, eg vil hava, skal hava krossmerki. Tað
skal vera beint, og toppurin á tí skal peika beint móti himli.
Vónareingilin segði: „Eg vil hava eitt træ, ið hevur lit, mær dámar
best. Tað skal ongantíð følna, men vera grønt bæði vetur og summar,
vera grønt altíð.“
Kærleikans eingil, sum altíð er so vænur og blíður, segði síðani: „Tað
træ, mær dámar, skal vera eitt træ, ið kann líva, og sum kann breiða
sínar greinar út, so allir smáfuglar kunnu finna lívd undir teimum.“
Hvat træ var hetta so? Jú, tað vakra granntræið, sum ber krossmerkið
á øllum greinum sínum, sum er grønt alt árið, og sum veitir himmalsins
fuglum lívd.
Tá ið einglarnir høvdu funnið hetta træið, vildu teir eisini geva jóla
trænum eina gávu.
Trúareingilin gav tey skínandi ljósini, ið skulu minna um hann, sum
er heimsins ljós.
Vónareingilin setti ta gyltu stjørnuna á trætoppin.
Men kærleikans eingil fylti træið við gávum frá fótinum til toppin.
Vert at hava í huga
Uppgávan er bygd á kristna siðvenju. Møguliga eru næmingar í f lokk
inum, sum ikki kenna bakgrundina fyri myndirnar, sum verða brúktar
í leikinum.
Træið
Næmingarnir fáa avritssíðu við ørindum og ímyndum, sí avritssíðurnar
16a og 16b. Teir lesa og venja ørindini. Síðan velja teir sær eina ímynd,
klippa hana út, (avritssíðaurnar 16c og 16d) og hanga hana á træið/
greinina, meðan teir siga ørindið.
Ímeðan næmingarnir arbeiða, verður stillur jólatónleikur spældur.
Uppskot
Næmingarnir kunnu eisini klippa og líma ikonurnar á avritssíðunum
16a og 16b í loggbókina.
Sangur: „Føgur er foldin“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!