Page 94 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
92
Træið
28. tími
Vert at vita
Í Føroyum er ikki gamalt at hava jólatræ. Robert Joensen skrivar í bók­
ini „Høgtíðir og veitsluhald á vetri“ soleiðis um jólatræið: „Í fornari tíð
góvu kongar og keisarar jóla- og nýggjárgávur, men millum fólk f lest
gjørdist hesin siður ikki vanligur í Norðanlondum fyrr enn fyri stuttari
tíð síðani, tá ið jólini meir og meir gjørdust barnahøgtíðin mikla. Tað er
nýggjur siður í Føroyum at geva jólagávur og at byrja jólahaldið sjálvan
jólaaftan. Hann tók seg upp um seinasta aldarskifti, men gjørdist ikki
so vanligur fyrr enn eftir 1920-30. Um 1900 kann sigast, at jólatræið so
smátt fann leið inn í føroysk heim, og at síggja jólatræ í so at siga hvørj­
um heimi var heldur ikki vanligt fyrr enn út ímóti 1940.“
Søgan „Einglarnir um jólatræið“ er ein halgisøga. Ein halgisøga er
ein frá­søgn um lívssøgu hjá halgimenni. Eitt nú hevur Selma Lagerløf
skrivað f leiri halgisøgur, sum eru víðakendar. Jákup Dahl hevur týtt
nakrar teirra til føroyskt.
Sangur: „Lítla Marin droymdi“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Ein halgisøga er um, hvussu granntræið varð kosið til jólatræ:
Einglarnir um jólatræið
Mia Hallesby, Heri Tróndheim týddi
Gud sendi tríggjar av einglum sínum út at leita eftir tí træi, ið hóskaði
best. Og trúareingilin, vónareingilin og kærleikans eingil vóru sendir.
Teir f lugu út yvir landið móti einum stórum skógi. Á vegnum talaðu
teir saman um, hvat træ teir skuldu velja.