110
Paulus verður handtikin
34. tími
Vert at vita
Meðan Paulus var í Jerúsalem, var hann álopin av vantrúgvum jødum,
handtikin av rómverjum og síðani settur í fangahús í longri tíð í Kesareu.
Rómverski herhøvdingin, Felix, og landshøvdingin, Festus, drálaðu við
at fella dóm í sakini, tí teir vildu vinna vælvild hjá jødum. Paulus tók
tí ta avgerð at skjóta málið inn fyri keisaran í Róm. Eftir langa tíð gav
landshøvdingin boð um, at Paulus og f leiri aðrir fangar skuldu verða
f luttir frá Kesareu til Róm. Tá hevði Paulus sitið sum fangi í tvey ár.
Tá ið herhøvdingin gevur boð um at húðf leingja Paulus, spyr Paulus,
um teir høvdu loyvi til tað. Paulus var nevnliga rómverskur ríkisborgari,
og lógin var greitt ímóti hesum.
Sangur: „Eg vil mínum Harra prísa“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Paulus verður handtikin
– Ápostlasøgan 21-23
Paulus segði frá um Jesus allastaðni, har tað var møguligt. Nú var Paulus
á veg til Jerúsalem. Men mong ávaraðu hann ímóti at fara til Jerúsalem,
tí tað kundi verða vandamikið. Jødarnir fóru at taka Paulus og geva
hann upp til rómverjar. Paulus var greiður yvir hetta, men hann mátti
fara hagar, sum Gud vildi hava hann at fara.
Tá Paulus var komin til Jerúsalem, fór hann niðan til templið. Nakrir
jødar kendu hann aftur. „Hatta er hann, sum hevur talað ímóti okkum
og lógum okkara.“ Teir tóku Paulus út úr templinum. Har gjørdist
rættiligur ófriður, og boð vóru send eftir rómverska hervaldinum. Teir
bjargaðu Paulusi og settu hann í fangahús, so fólkið ikki fekk dripið
hann.
Paulus