111
Paulus vildi sleppa at tosa við mannamúgvuna. Tað slapp hann.
Hann segði teimum, hvør hann var, at hann hevði søkt at mongum
kristnum, men á veg til Damaskus møtti hann Jesusi. Síðani varð hann
doyptur, og nú prædikaði hann um Jesus bæði fyri jødum og teimum,
sum ikki vóru jødar.
Tá ið fólkið hoyrdi hetta, róptu tey: „Drepið hann, drepið hann!“
Herhøvdingin bað teir føra Paulus inn í borgina og húðf leingja hann.
Paulus spurdi, um teir høvdu loyvið at húðf leingja hann, tá ið hann
einki skeivt hevði gjørt. Hermaðurin drálaði, tí hann visti, at Paulus
hevði rætt. Hann gav tí boð um at loysa Paulus úr leinkjunum. Men
hetta dámdi jødunum illa. Teir vildu hava Paulus dripnan. Teir kravdu,
at Paulus skuldi verða førdur fram fyri ráðið.
Tá ið Paulus var leiddur fram fyri ráðið, royndi hann aftur at siga, hvør
hann var. Men teir lurtaðu ikki eftir honum og vóru rúkandi ósamdir.
Herhøvdingin var bangin fyri, at Paulus fór at verða sundurskræddur
av teimum. Hesa náttina var Paulus tí settur í fangahús. Paulus skeyt
málið hjá sær inn fyri keisaran, og bað um at vera sendur til Róm, ikki
sum ein frælsur maður, men sum fangi. Hann og nakrir aðrir fangar
vóru tiknir umborð á eitt skip. Ein av hermonnunum, sum skuldi ansa
eftir Paulusi og nøkrum øðrum fangum, æt Július. Hann fór væl við
Paulusi.
Paulus
Næmingarnir verður býttir í bólkar eftir áhuga.
Bólkur 1: Skriva ein tíðindastubba um, tá ið Paulus varð handtikin
Bólkur 2: Ger eitt innslag í Degi og viku um, tá ið Paulus varð handtikin
Bólkur 3: Ger ein leik uttan orð um Paulus, sum verður handtikin
Bólkur 4: Ger eina teknirøð um, tá ið Paulus varð handtikin
Bólkur 5: Ger eina yrking/rapp/sang um, tá ið Paulus varð handtikin
Bólkur 6: Skriva eina talu, har Paulus sigur, hvør hann er
Til komandi tíma
Næmingarnir fyrireika framløgu av bólkaarbeiðinum.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!