Page 114 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
112
Framløgur um tá Paulus varð handtikin
35. tími
Vert at vita
Í Námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnað stendur m.a. um at
skapa: „Forvitni, spæl og hugf log eru serligir eginleikar, sum lærarin
skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein
førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa,
tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna
seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.
Við sínum skapandi evnum kann næmingurin t.d. á sín egna hátt
mynda, smíða, evna, siga frá, endurgeva, syngja, kvøða, leika við orð­
um, spæla, dramatisera, hugleiða, samtala, kjakast og skriva talur, tá
ið átrún­að­ar­lig fatan, áskoðan, undran, sjónarmið og próvførsla skal
ber­ast fram.“
Sangur: „Eg vil mínum Harra prísa“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Framløgur
Lærarin sigur hvør er í bólkinum, og hvat næmingarnir hava arbeitt við.
Síðan vísa teir, hvat teir hava gjørt.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!
Paulus