113
Ferðin til Róm
36. tími
Vert at vita
Paulus og aðrir fangar vóru førdir til Róm við skipi. Farið var um heyst
ið, og tá var ofta ringt veður á Miðalhavinum. Ein eingil hevði sagt
Paulusi, at teir fóru at koma í vandasjógv, men at teir skuldu verða
bjargaðir. Á ferðini var Paulus væl viðfarin. Yvirmaðurin, Július, tók sær
væl av honum. Eftir eina langa og hendingarríka sjóferð strandaðu teir
á oynni, Malta. Fólkið á oynni vísti gestablíðni, og Paulus prædikaði og
grøddi sjúk.
Eftir trimum mánaðum gekk leiðin víðari til Róm. Her fekk Paulus
loyvi at búgva fyri seg sjálvan, treytað av at heryvirmaðurin helt vakt
yvir honum. Hann slapp at prædika fyri teimum, sum komu at vitja
hann, og var hendan tíðin ikki til fánýtis hjá Paulusi.
Eingin veit við vissu, hvussu Paulus doyði, men sannlíkt er, at hann
varð hálshøgdur í Róm, dømdur til deyða fyri trúgv sína.
Sangur: „Eg vil mínum Harra prísa“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Paulus á vandamiklari sjóferð
– Ápostlasøgan 27
Paulus og nakrir aðrir fangar sigldu nú út í Miðalhavið. Í byrjanini gekk
tað væl, men so kom vindur. Teir fingu nógvan mótvind, og tað gekk
seint framá. Hetta var um heystið, og tá var vandamikið at sigla á hav
inum. Teir sigldu við seglskipi. Tá nógvur vindur var, varð tað næstan
ómøguligt at stýra skipinum. Øll vóru bangin. Tá segði Paulus: „Havið
gott treysti; tí at øll verða bjargaði, men báturin verður oyðilagdur. Ein
Paulus